
Veðrið í vikuni
Veðrið í vikuni fer at vera ávirkað av einum lágtrýsti, sum í kvøld nærkast okkum av útsynningi. Tað fer eystureftir tvørtur um Føroyar týsdagin og mikudagin. Tí fer ættin at skifta nokkso nógv, og brúgvaløgini við regni fara at leggja seg yvir okkara leiðir. Hósdagin er tað farið eysturum, og eftir tað hava vit høgætt í 1-2 dagar ella so.
Tað er ikki nógvur vindur rundan um hetta lágtrýstið – ikki upp um 10 m/s.
Í vikuskiftinum fer ein hátrýstryggur við góðum veðri at stinga seg norðureftir ímóti Føroyum.
Veðrið í vikuni – dag fyri dag:
Mánadag: Um náttina 3 til 8 m/s, sunnan, samdrigið og yvirhøvur turt. Út á fyrrapartin veksur vindurin upp í 5 til 10 m/s, samdrigið og regn. Um kvøldið 3 til 8 m/s av landsynningi, samdrigið og ælaveður. Hitin 10 til 13 stig.
Týsdag: Millum landsynning og eystan, 3 til 8 m/s, samdrigið og ælaveður. Út á seinnapartin og um kvøldið eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, samdrigið og ælaveður. Hitin millum 9 og 13 stig.
Mikudag: Sum líður náttina útsynningur, og vindurin veksur upp í 5 til 10 m/s, samdrigið og ælaveður. Út á seinnapartin minkandi vindur, tað verður eitt sindur klárari og yviurhøvur turt. Um kvøldið 3 til 8 m/s sunnan, skiftandi skýloft og bert okkurt ælið. Hitin mikudagin 10 til 13 stig.
Hósdag: Eitt lítið lot eystan, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Seinnapartin hækkar hann upp í landnyrðing, seinni norðan, framvegis eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, men smáskýggjað og bert okkurt ælið. Hitin hósdagin 9 til 12 stig.
Fríggjadag: Eitt lítið lot norðan, minni enn 5 m/s, smá- ella hálvskýggjað, okkurt ælið um morgunin, men annars turt. Hitin fríggjadagin millum 9 og 12 stig.