
Dystarveðrið KÍ – Sheriff Tiraspol
Luftrákið í dag er av landnyrðingi. Hetta er ein góð ætt í Havn, men ofta er mjørki.
Tá ið dystur er á Tórsvølli í kvøld millum KÍ og Sheriff Tiraspol er eitt lítið lot av landnyrðingi – t.e. inn á bakið á stóra skýlinum, har sum flestu áskoðaraplássini eru.
Vindferðin fer at liggja um 5 m/s. Tað er ikki nógv, og Gundadalur er eitt veðurgott stað, so tað fer neyvan at ávirka dystin.
Loftið verður eitt sindur skiftandi. Allan seinnapartin er skiftandi skýloft í Havn millum bert samdrigið í erva og so tjúkkan mjørka. Helst eitt sindur ljósari, men ikki lætt at vera ov avgjørdur um tað, so vit siga ikki meira um tað nú.
Kanska fer at kennast úr honum eina løtu – t.e. at tað fer at regna eitt sindur ella sirma – men ikki nógv, um nakað. Út á kvøldið er klárari og turt. Hitin fer at liggja um 11 stig.