
Veðrið í dag á Norðfestivalinum
Veðrið í morgun hevur verið gott kring alt landið. Eitt lítið lot norðan, minni enn 5 m/s, samdrigið og turt. Í støðum norðanfyri er mjørki og í løtum mjørkadriv (t.e. sirm úr mjørkanum), men aðrastaðni sunnan- og vestanfyri er smáskýggjað ella klárt. Hitin liggur um 10 stig.
Føroyar liggja undir einum hátrýstryggi, og tá er vanliga gott veður við lítlum ella ongum vindi, og vanliga er als einki avfall.
Hesin hátrýstryggurin fer at liggja yvir Føroyum allan dag og í nátt eisini.
Lítla lotið norðaneftir fer at vera til einaferð seint í kvøld. Tá fer ættin niður í vestan. Loftið er eitt sindur skiftandi í dag, men yvirhøvur fer tað at vera sum nú, helst eitt sindur klárari.
Einki avfall í dag úr nøkrum brúgvalagi í dag, og hitin fer at liggja um 10 – 14 stig.
Í nátt fer ættin úr vestri niður í sunnan og fer at liggja har størsta partin av morgindegnum. Vindferðin framvegis millum lítið og einki, og út á seinnapartin verður okkurt ælið.