Lýsing
Lýsing
Lýsing
Borðoynes og tangar og nes sunnanfyri undir mjúkum kollum | Mynd: Oliver Joensen

Útgeislingarmjørki

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.08.2023 - 15:04 Tíðindi Veðrið

17. august í ár – t.e. fyri skjótt 14 døgum – síðan var Oliver Joensen, myndamaður og fyrrverandi blaðstjóri á Norðlýsinum, ein túr eysturi í Skúvadali. Hann hevði tíbetur myndatólið við og tók nógvar góðar myndir. Útsýnið suðureftir úr Skúvadali er avbera gott.

Veðurstova Føroya skrivar: Fleiri fólk hava vent sær til okkum á Veðurstovu Føroya og spurt um skýggini, sum liggja niður á Borðoyanes og oyggjar suðureftir. Tey tykjast smoygd niður yvir fjøllini sum ein trong húgva, sum ein tók til.

Myndin tikin úr flogfari 17. august av sama motivi. Púra klárt er í erva eystanfyri. Norðan fyri Føroyar eru nøkur kløn høgtliggjandi lagskýggj.

Eisini hevur annar lesari tikið mynd av júst sama motivi úr flogfari næstan um sama mundið. Um øll tey eystastu fjøllini síggjast sama slag av skýggjum, sum nevnt er omanfyri. Longur vestri hava tey ein meira vanligt skap.

Hví síggja tey soleiðis út og ikki eru bygt uppeftir, sum er tað vanliga? – eru vit spurd.

Slík skýggj eru ikki so ókend – síggjast tó ikki á hvørjum degi.

Tað er útgeisling av kulda frá fjøllunum, sum kølir luftina omanfyri, og so leggja skýggj seg um ovaru helvt av fjallinum. Sær ógvuliga mjúkt út.

Fyri at hetta kann henda, mugu nøkur veðurfrøðilig viðurskifti vera til staðar. Fyri tað fyrsta má tað vera so mikið klárt í erva, at lendið sleppur av við hitan um náttina. Eisini skal tað vera nokkso stilt – t.e. lítil vindur – og nógv mikið av vætu í luftini.

Eisini skal hitalagið passa saman við vætuinnihaldið, soleiðis vætan fer úr luftini á røttum stað til rætta tíð.

Eingin veðurstøð er á Borðoyvík ella heilt nær har. Tann nærmasta veðurstøð hjá okkum á føroysku veðurtovuni er á Kirkju.

Hitalagið 17. august í ár:

Hitin vaks út 9 stigum á morgni upp í 12 stig seint seinnapartin.

Ættin 17. august í ár:

Ættin lá um landsynningeystan størsta partin av degnum.

Vindferðin 17. august:

Miðalvindferðin lá um 1 m/s tíðliga um morgunin og vaks upp í 4 m/s seinnapartin. Um kvøldið vóru 5 m/s.

Vætuinnihaldið 17. august:

Vætuinnihaldið fór niður 80 % um 4 tíðina hendan morgunin. Eftir tað lá hon ímillum 82% og 90%.

Soleiðis vænta vit, at kuldin saman við nógva vætuinnihaldnum hevur gjørt skýggini:

Ættin hendan dagin var næstan beint inn á Borðoyanes. Vindfeðrin var 3 til 4 m/s, hitin í luftini lá um 11 stig, og vætuinnihaldið millum 85% og 90%. So er ikki nógv sum skal til, fyri at fáa vætuna úr luftini. Tá ið luftin, sum rakti Borðoyanes, varð tvungin uppeftir, er hon kølnað umleið 2 stig, tá ið hon var komin upp, har sum niðasti kanturin á fjallaskýnum sæst á myndini. Vætuinnihaldið var tá komið upp í 100%, og so gjørdist dampurin í luftini til elaltílar vatndropar, sum løgdu seg sum ein trongd húgva niður á fjallið.

 

Gordon Huson tók hesa myndina undir krígnum. Her eru veðurfrøðligu viðurskiftini meira ella minni tey somu, sum tey nevnd omanfyri.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…