Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fjølment fiskivinnuting og lívligt orðaskifti

SKRIVAÐ: Jan Højgaard, formaður  |  29.08.2023 - 12:50 Politikkur Vinna

Føroya Fiskimannafelag takkar Føroya Sjómannadegi fyri møguleikan at skipa fyri Fiskivinnutinginum 2023

Føroya Fiskimannafelag takkar Føroya Sjómannadegi fyri møguleikan at skipa fyri Fiskivinnutinginum 2023.
Heitt varð á Føroya Fiskimannafelag at skipað fyri Fiskivinnutinginum 2023 í sambandi við sjómannadagarnar í Klaksvík. Evnið á fundinum var ”Ber til at virðisøkja fiskatilfeingið meira, enn gjørt verður í løt­uni, og hvørjar avbjóðingar eru í hesum sambandi?”.

Føroya Fiskimannafelag ynskir eisini at vit fáa alt nýtiligt tilfeingið til høldar og meirvirkað á skynsaman hátt á sjógvi ella landi, so tað skapar arbeiði til fleiri hendur og fleiri inntøkur til partarnar, eisini tað almenna, til frama fyri vælferðina í landinum.

Nógv fólk var møtt upp á Fiskivinnutinginum, sum var hildið í skúlanum á Ziskatrøð. Tríggir serfrøðingar løgdu fram, og umboð fyri politisku flokkarnar á tingið søgdu sína hugsan um evnið. Fleiri spurningar vóru settir og fleiri sjónarmið komu fram í lívliga orðaskiftinum eftir framløgurnar.

Føroya Fiskimannafelag takkar Føroya Sjómannadegi fyri møguleikan at skipa fyri Fiskivinnutinginum 2023.

Samandráttur av Fiskivinnutinginum og ljóðfílur frá tinginum eru at finna á heimasíðuni hjá Føroya Fiskimannafelag – fiskimannafelag.fo



Lýsing
Seinastu tíðindini
Bakkafrost: Væntað stórt fall í kursinum…
Jóan Símun Edmundsson um KÍ flyting
Hetta er størsti einstaki dystur hjá KÍ…
Konsert við Disney-hittum á Summar Festi…
Myndarøð: VÍkingur á stórskíggja og G!-f…
Allir badmintonleikararar vunnu allar dy…
Ein miðbýur í rúkandi menning
Fleiri íbúðir ávegis í Klaksvík
Søgan um Merle Haggard (7:9)
Søkt verður eftir tveimum starvs­fólkum t…
Gøtan út á Nes liðug
Annika Lindenskov vald í altjóða oyggjal…
Brot frá 2-1 sigrinum í Finlandi
Mjølnir aftur til Hollands
Badminton vann silvur í liðkapping­ini
Runnu seg til fleiri heiðursmekir
Thorvald: Hesum vilja vit helst møta
Borgar­stjóraheilsan: Her er gott at vera
Fuglalív í Haraldssundi
Stevna hjá Jehova vitnum