Lýsing
Lýsing
Lýsing
Gott veður í dag við turrum veðri og lítlum vindi. Seinnapartin í morgin regnar. Sunnudagin okkurt ælið. | Mynd: Hallur Bech

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  01.09.2023 - 07:34 Tíðindi Veðrið

Stilla og góða veðrið í gjár heldur fram í fram í dag og í nátt eisini. Hetta er hátrýstveður, og tá er tað vanliga stilt og gott veður.

Eitt sera djúpt lágtrýst stendur millum Ísland og Grønland. Har er illveður í dag, vindur og regn. Tað fer at nærkast okkum eitt sindur, tó kemur illveðrið ikki heilt til okkara, tíbetur. Men vit fara at fáa nakað av regninum í morgin.

Gott veður er í morgun. Bert eitt lítið lot eystaneftir, vindferðin er 5 m/s ella minni. Hyggjandi uppeftir er loftið samdrigið, og tað er turt kring landið. Hitin var komin upp í 9 stig klokkan hálvgun 7.

Hetta er veðrið fyrrapartin í dag og eitt sindur út á seinnapartin. Tá fer ættin niður í landsynning, og loftið nakað klárari. Í nátt eitt sindur meira vindur. Hitin í dag fer upp í eini 12 stig, tá ið hann er mestur.

Í morgin ári eru 5 til 10 m/s, av suðuri. Klárt veður at byrja við, men út á fyrrapartin fer at draga samanum, og nakað eftir middag fer tað at regna. Vindurin veksur upp í 8 til 13 m/s, meðan tað regnar. Seint seinnapartin ella tíðliga um kvøldið slítur í, vindurin minkar niður í 5 til 10 m/s, og ættin fer í útsynning. Hitin í morgin fer at liggja millum 8 og 13 stig.

Sunnudagin 5 til 10 m/s av útsynningi, smáskýggjað og okkurt ælið. Hitin millum 10 og 13 stig.

Um næstu viku kunnu vit siga, at ættin fer at liggja millum sunnan og útsynning meginpartin av tíðini. So vit kunnu rokna við, at hitalagið fer nøkur stig uppeftir.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…