Lýsing
Lýsing
Lýsing

Etikkur

SKRIVAÐ: Jóhannes M. Olsen  |  07.09.2023 - 16:14 Lesarabrøv Mentan

Møguligir skuggar av komandi polittiskum handlingum

 

Etikkur snýr seg um hvussu vit eiga at liva. Moralur snýr seg um hvussu vit liva.

At vera ein kristin, vil siga, at man bindur seg til, eftir besta førimuni, til kristnan etikk. Hetta er umráðandi at undirstrika, at vit liva i eini tíð, sum er á kollitóns kós við kristnan etikk og moral. Hetta ger tað torført, serliga hjá unga ættarliðnum, at hava Bíbliuna sum veðleiðing. Møguliga hevur tað ongantið veri torførari hjá unga ættarliðnum, hesum viðvíkjandi. Trýsti frá kulturi sum vit øll eru umringaði av og øll eru partur av, er nærmast ótolandi.

Dagsins samfelag víkir frá kristna etikkinum í stórum stíli, ang.samlív, samleika, uppfatan av kyni o.ø. Bíblian gevur okkum uppskrift uppá, hvussu livast skal í teim 10 boðunum, millum annað um, viðurskiftini ímillum Gud og næstan. Boðini eru sera greið , tey snúgva seg um verju okkara, einki minni. Vit eiga at steðga fyri ferðslu frá høgru, øll skilja tann ræðuliga ruðuleika sum kann standast av tí, um høgra víkisskylda ikki verður hildin. Soleiðis er eisini við boðum Guds og moralsku boðunum.

Okkara sjónarmið um skapan Guds, vil ávirka, hvat vit meina um etik og moral. Bíblian er greið um, at etikkur kemur frá Harranum. Tá vit síggja minni góð ting henda í samfelagnum, verður leita í millum annað, í okkara uppvøkstri, til dømis, um barnaárini hava veri trupul, oyðiløgd familjumynstur, fátakravága og annað. Tann besta uppskriftin, at uppnáða góð samfeløg er, at menniskja hjørtu, eru reinsaði fyri synd og óndskap.

Livandi Gudstrúgv, inniheldur reinsan frá synd og óndskapi og er boðin okkum øllum at ognast, óansæð bakgrund. Tá gerast vit meir og meir lík tí Gudi, sum vit vilja tilbiðja. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini