Lýsing
Lýsing
Lýsing
Landsstýriskvinnan í heilsumálum ætlar eftir øllum at døma, at nýggi stjórin á Suðuroyar Sjúkrahúsi ikki skal hava eins heimildir og farandi stjórin Hans Pauli Henryson. Fráfarandi stjórin upplivir longu í hesum døgum at hann hevur hevur alt klárt at fara undir dialýsu-viðgerð á SS, men sleppur ikki at seta fólkini. Tað skuldi orðnast í Havn.

Hvussu langt tora Margit Stórá og hennara samsintu á LS at fara?!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.09.2023 - 13:21 Leiðarin Politikkur

Tá ið Føroya Løgting samtykti núverandi bygnað fyri tey trý sjúkrahúsini í landinum, varð sligið fast við sjey-tumma seymi, at talan er um trý sjálvstøðug sjúkrahús við egnari, sjálvstøðugari játtan á løgtingsins fíggjarlóg og við egnum sjálvstøðugum stjóra, sum tá eins og nú, hava tilvísing til leiðsluna á Heilsumálaráðnum

 

Tí fellur tað fyri bróstið at lesa, nú Heilsumálaráðið lýsir eftir nýggjum stjóra til Suðuroyar Sjúkrahús (SS), at nú hevur pípan fingið eitt annað og ófrættakent ljóð: Nú hevur Margit Stórá fingið inn í starvslýsingina eftir stjóra fyri SS, at hesin ikki longur hevur tilvísing til leiðsluna á Heilsumálaráðnum, nei, nú verður stjórin fyri SS lagdur beinleiðis undir stjóran á LS!!

Ítøkiliga skriva fólkini hjá Margit Stórá, landsstýriskvinnu, soleiðis um tann partin í starvslýsingini:

“Sjúkrahúsverkið fevnir um Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús, Suðuroyar Sjúkrahús umframt virksemið uttanlands. Yvirskipaða leiðslan er mannað við einum forstjóra fyri Sjúkrahúsverkið við evstu leiðsluábyrgd umframt tveimum stjórum, sum vísa til forstjóran.”

Leggið til merkis, hvussu snildisliga Heilsumálaráðið undir leiðslu av Margit Stórá landsstýriskvinnu saman við samsintum á LS nú hava snarað uppruna samtykt løgtingsins um bygnaðin fyri tey trý sjúkrahúsini:

Nú hevur ein av stjórunum (sjálvandi tann á LS) evstu leiðsluábyrgdina, meðan hinir báðir við hesum verða degraderaðir til at verða tveir stjórar, sum hervið ikki hava evstu leiðsluábyrgd, so sum løgtingið samtykti, at teir allir skulu hava, og so verður trumfurin lagdur á við enntá eisini at broyta tilvísingina, soleiðis at hinir báðir stjórarnir í veruleikanum ikki longur eru stjórar, men de facto eru blivnir eitt ella annað slag av deildarleiðarum, sum skulu suður á LS á knøini, hvørja ferð teir skulu teinkja ein stjóratanka, hugsa visjonert ella bara útinna vanligar stjórauppgávur, sum jú eru at leiða sjálvstøðugt.

Samtyktin á hægsta fólkavalda tingi her á landi, Føroya Løgtingi, er, at ikki ein, men allir hesir tríggir stjórarnir saman manna eitt leiðslutoymi fyri øll trý sjúkrahúsini, men hetta sera avgerandi prinsipp verður nú brotið av Heilsumálaráðnum undir leiðslu av Margit Stórá, landsstýriskvinnu, og tí mugu vit rópa eitt hart varskó!

Samstundis undrar tað okkum, at tey, sum eru fólkavald, umboðandi Norðoyggjar og Suðuroy, eru so himmalrópandi still og tigandi!?

Um tey nú sleppa við hesum, hvat verður so tað næsta, sum tey samsintu í og kring LS fara at finna uppá?!

Á vári í 2020 royndu tey at broyta nøvnini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi, men tá blivu tey sligin á fingrarnar av táverandi løgtingsmonnunum: Jákup Mikkelsen, Frimodt Rasmussen, Beinir Johannesen og Steffan Klein Poulsen, sum m.a. settu ein §52 fyrispurning, og hetta trýstið – saman við øðrum – gjørdi, at bindiklubburin millum Heilsumálaráðið og LS mátti bakka.

Men nú halda tey fram, og endamálið er tað sama ófrættakenda: at taka burtur identitetin og sjálvstøðu hjá KS og SS, soleiðis at miðsavningin verður fullfíggjað, og alt vald verður lagt í nalvanum, meðan dugnaligir stovnar og stjórar kring landið verða traðkaðir niður og gjørdir til húskallar í egnum húsi!

Norðlýsið hevur áður gjørt vart við ógegnið hjá Margit Stórá, landsstýriskvinnu, (sí grein niðanfyri) tí hon er immervæk í starvi (farloyvi) sum varastjóri á LS (ikki á sjúkrahúsverki Føroya, sum tey royna at fáa tað til), og tí er hon so dundrandi heft í øllum spurningum, har støða skal takast til ábyrgdar-, vald- og uppgávubýti millum tey trý sjálvstøðugu, samstarvandi sjúkrahúsini her á landi, sum eru LS, KS og SS.

Hvussu langt tora Margit Stórá og hennara samsintu á LS at fara?!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heilsu­tænastur­nar skulu nærri borgarunum
Faroe Pride 2024: ein fagnaður fyri ymis…
Suðuroyar­tunnilin er ein átrokandi nýski…
Viðmerkti á TV2 úr Klaksvík
Vit tippa: Ein varin ólavsøkurøða við en…
Amerikanska fólkaræðið á einum vegamóti
Her er skráin fyri Summar Festivalin
Nýtt reinsiverk Niðri í Gili
Herman Lindberg er farin, men ómetaliga…
Skúgvurin frá Einar´s Distillery - 5 ára…
Ólavsøkan byrjar í SMS
Ókeypis Familju­krókur hjá Føroya Pro Vit…
Stórfingin 20 ára jubileums­konsert
Ímóti Bodø/­Glimt vendu vit 0-3 til greið…
Havnarvág í 1874
Tríggir nýggir leikarar undir Mýruhjalla
Íslendsk skip velja MEST
Talvdystur á ólavsøku
Hornorkestrið á Skúlatrøð
Til minnist um Hugo Thomsen