Er Margit Stórá ógegnig at gera av tvístøður millum KS og LS ?!
Kann eitt landsstýrisfólk, sum framvegis er í leiðandi starvi (farloyvi) á LS, taka óhefta støðu til tvístøður millum sítt egna borgarliga arbeiðspláss og eitt annað sjúkrahús? Er Margit Stórá í veruleikanum ógegnig, tí hon er ikki óheft, men tvørturímóti hevur tætt tilknýti og harvið ein loyalitet ímóti sínum borgarliga arbeiðsplássi, har hon aftur fer at starvast eftir skeiðið sum landsstýrisfólk?
(Grein úr blaðnum)
Eitt er, hvat tann reindyrkaða løgfrøðin sigur, men um vit her í Føroyum skulu hava eitt gott og álitisvekjandi samfelag, so má okkara landsfyrisiting – heilt frá ovasta landsstýrisfólki – útinna ikki bara rætta, men eisini góða og moralskt óhefta fyrisiting, sum eingin av røttum kann seta spurnartekin við, og sum eingin borgari kann kenna seg ótryggan við.
Her hevur núverandi landsstýriskvinna í heilsumálum eina avbjóðing, tí hon umsitur eitt málsøki, sum hon fyri tað fyrsta er ein leiðandi partur av, og har hon fyri tað annað er í toppleiðarastarvi (farloyvi) hjá einum av teimum trimum sjúkrahúsunum, sum hon nú sum landsstýriskvinna til tíðir skal taka dagar ímillum, og har óheftni er ein avgerandi fortreyt fyri álitinum á hennara avgerðir.
Hvat hevði løgfrøðin sagt um Alexandra var landsstýrisfólk?
Ofta kann tað geva betri ljós yvir eitt ivamál at venda støðuni øvugtan veg, so latið okkum ímynda okkum, at tað var Alexandra á Dul, stjóri á KS, ið sat sum landsstýriskvinna í heilsumálum og var í farloyvi frá stjórastarvi sínum á KS, og nú sum landsstýriskvinna skuldi taka avgerð í hesum sama máli um skannaran, ið lokala vinnan hevur latið KS sum 125-ára gávu.
Vit á Norðlýsinum eru rættiliga sannførd um, at var tað Alexandra, stjóri á KS og ikki Margit, varastjóri á LS, ið sum landsstýrisfólk skuldi taka avgerð um at lata KS taka ímóti skannaranum, so høvdu vit skjótt hoyrt løgfrøðingar í høvuðsstaðnum seta spurnartekin við gegnið hjá Alexandru, tí hon er jú – eins og Margit – í einum toppleiðarastarvi í einum av sjúkrahúsunum her á landi.
Men nú er tað varastjórin á LS í farloyvi, sum er landsstýriskvinna í heilsumálum, og vit hoyra ikki eitt kis frá miðlunum í høvuðsstaðnum um, at landsstýriskvinnan sjálvandi ikki kann vera óheft í hesum spurningi! Hon er jú í starvi (farloyvi) sum varastjóri á LS, sum tí hevur hennara loyalitet.
Hetta er meir enn bara ein lógarformligur spurningur
Eitt er, hvat tann lógarformliga niðurstøðan kann verða í einum slíkum spurningi, men um vit skulu hava eina skipan, ið vit kunnu hava álit á, so mugu vit sum samfelag fyrisita eftir meir enn bara reindyrkaðari lógartulking, har vit eisini taka atlit til, hvat er góður fyrisitingarsiður, sum tryggjar bæði óhefta og sakliga viðgerð, og sum eisini tryggjar, at eingin kann sáa iva um, at avgerðartakarin ikki hevur nakað seráhugamál í viðkomandi máli. Hetta er nevniliga meir enn bara ein lógarformligur spurningur. Vit tosa um, hvørt borgararnir kunnu hava álit á skipanini ella ikki.
Um vit gloyma løgfrøðina eina løtu og bara brúka sunna fornuft, so er tað eisini sjón fyri søgn, at mátin, Margit Stórá umrøður hetta málið, mistonkiliga nógv líkist og er loyalur ímóti tí, sum stjóri hennara á LS higartil hevur úttalað seg um málið.
Øll vita, at ein sum Margit Stórá landsstýriskvinna, ið hevur LS-loyalitet fram um KS-loyalitet frá sínum nýliga starvi, ikki kann vera tann mest óhefti fyrisitarin í hesum máli. Tað er upplagt, og so nyttar tað ikki við løgfrøðiligum tekniskum undanførslum.
Í eini kommunu hevði hetta ikki verið lógligt
Tað margháttliga við hesi aktuellu støðu er, at tilsvarandi hevði ikki borið til hjá einari kommunu, tí hesum noktar kommunustýrislógin beinleiðis fyri.
Kommunustýrislógin sigur nevniliga púra greitt í § 11, stk. 1, at ”eingin, sum situr í starvi hjá kommununi, má vera limur í einari nevnd, sum hevur við hansara starvsviðurskifti at gera”.
Víðari siga lógarviðmerkingar til hesa grein:
*at "persónur er útihýstur úr nevnd, um málsøkið hjá nevndini fevnir um hansara starvsøki"
*at ”ásetingin viðvíkur serliga teimum, ið sita í leiðandi størvum”
*at ”ásetingin tekur støði í fyrilitinum um álit borgaranna á skipanina”
Kortini hava vit í dag eina landsstýriskvinnu í heilsumálum, ið samstundis er í starvi sum varastjóri á LS (farloyvi), og sum nú skal taka støðu til eina tvístøðu millum LS og KS í mun til staðseting av eini gávu til KS. Tað sigur seg sjálvt, at her manglar fyrilit fyri áliti borgaranna á skipanina!
Stórá er einans varastjóri á LS
Tá ið núverandi bygnaður fyri sjúkrahúsverkið varð lagdur fram og samtyktur av Føroya Løgtingi, varð greitt tilskilað í bæði samtyktum, umrøðu og í bygnaðaryvirlitum, at sjúkrahúsverkið framhaldandi er samansett av trimum sjálvstøðugum sjúkrahúsum, sum hvørt hevur egna sjálvstøðuga játtan á fíggjarløgtingslógini, ið Føroya Løgting suverent samtykkir á hvørjum ári.
Eisini varð greitt tilskilað, at ovasta leiðslan fyri sjúkrahúsverkið er mannað av teimum trimum stjórunum á SS, KS og LS, har stjórin á LS er forstjóri fyri alt sjúkrahúsverkið, og varastjórar hansara eru hinir báðir stjórarnir á KS og SS.
Samstundis hava stjórarnir á LS, KS og SS hvør sín varastjóra, har Margit Stórá er varastjóri á LS (farloyvi), Súsanna Olsen er varastjóri á KS, og ein varastjóri er sjálvsagt eisini á SS.
Margit Stórá kann sostatt ikki skjóta seg undir at vera varastjóri fyri alt sjúkrahúsverkið, tí tað er hon ikki. Sambært tí av Føroya Løgtingi samtykta bygnaði fyri sjúkrahúsverkið er hon einans varastjóri fyri LS, og tí eru góðar grundir til at seta spurnartekin við hennara óheftni og harvið gegni til at kunna taka avgerð í tí óneyðugu, men sera álvarsomu tvístøðu, ið hon sjálv sum landsstýriskvinna – saman við leiðsluni fyri LS – hevur gjørt hetta málið til.
Tí er tað, at vit á Norðlýsinum seta henda grundleggjandi og álvarsama spurning: Er Margit Stórá ógegnig at gera av tvístøður millum KS og LS ?!
Kann eitt landsstýrisfólk, sum framvegis er í leiðandi starvi (farloyvi) á LS, taka óhefta støðu til tvístøður millum sítt egna borgarliga arbeiðspláss og eitt annað sjúkrahús? Er Margit Stórá í veruleikanum ógegnig, tí hon er ikki óheft, men tvørturímóti hevur tætt tilknýti og harvið ein loyalitet ímóti sínum borgarliga arbeiðsplássi, har hon aftur fer at starvast eftir skeiðið sum landsstýrisfólk?
Eigur Aksel løgmaður at yvirtaka hetta mál?
Fyrisitingarlógin sigur í § 3, stk. 3, at ”hann, sum er ógegnigur í einum máli, má ikki taka avgerð, vera við til at taka avgerð ella á annan hátt vera við í viðgerðini av málinum”.
Víðari er ásett í § 6 í somu lóg, at um ivi er um gegni, skal viðkomandi ”sum skjótast boða yvirmanni sínum innan myndugleikan frá hesum”.
Tí er spurningurin, um ikki Aksel løgmaður eigur at taka yvir hetta málið stórfingnu gávuna til KS, nú landsstýriskvinnan hevur gjørt tað til eina tvístøðu, har ivi er um hennara óheftni og gegni.