Lýsing
Lýsing
Lýsing

Team Klaksvík fekk eina harða byrjan uppá kappingarárið

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  16.09.2023 - 16:11 Ítrottur Tíðindi

Stórtap og slitið krossband til lykleikara í fyrsta dystinum í altjóða hondbólti.

Team Klaksvík spældi í gjár sín søguliga fyrsta dyst í altjóða hondbólti. Hetta var í Bosnia & Hersegovina móti RK Sloboda. RK Sloboda vann 30-19 eftir hálvleiksstøðuna 15-7. Hjá Team Klaksvík kom tað eyka illa við, at lyklaleikarin Jens Pauli Poulsen mátti skaddur av vøllinum stutt eftir hálvleik. Tað vísti seg, at hann hevur slitið krossbandið og tískil spælir hann ikki aftur hetta kappingarárið.

Málini hjá Team Klaksvík skoraðu Brian Slyne (6), Beinir Johannesen (4), Jens Pauli Poulsen (3), Suni Dalsgaard (2), Jure Fistonic, Nikolay Bliznov, Dánjal Kjærbo og Ludvík Súnason.

Liðini spæla seinna dystin sunnudagin kl. 14.00.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París