Lýsing
Lýsing
Lýsing
Føroya Byggifrøðingafelag telur um 140 limir. Skipað verður fyri ymsum tiltøkum, sum at vitja byggipláss ymst staðni í landinum | Mynd: Dávur Winther

Byggifrøðingafelagið á vitjan í Klaksvík

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  24.09.2023 - 17:43 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Føroya Byggifrøðingafelag, sum telur út móti 140 limir, er rættiliga virkið felag, ið skipar fyri ymsum tiltøkum, umframt at virka fyri bestu korum á øllum økum arbeiðsliga fyri limum sínum.

Byggiplássvitjan er ein afturvendandi táttur, har kunnað verður um ymisk viðurskifti á plássunum og serliga eisini tøkniligar greiningar og loysnir, verður spurt um, har oftani verður tikið upp um ymsu byggiloysnir- og tilfar eru skilagóð at brúka í Føroyum.

Aðalmálið er at gerast betri til fakið at byggja hús og størri bygningar, eins og stýringin av byggingini og konstruktiónsloysnirnar eru tær bestu við framkomnum telduskipanunum.

Dømi um byggiplássvitjanir eru Sambýlinum á Mýruni, Doktara Jacobsens gøtu 19, Langhylinum í Tórshavn, Útstykkingina á Argja Hamri.

Klaksvík á skrá

Í gjár stóð so byggiplássvitjanir í Klaksvík á skrá. Fyrst varð vitjað á Varpinum, sum hugtók gestirnar, ið komu ymsa staðni frá og við ymsum bakgrundum bæði sum projektarandi, frá byggiplássum og byggimyndugleikum.

Tey hildu, at Varpið var fleksibult, hevði eitt flott snið, rúmaði nógvum folki og kundi brúkast til so mangt, sum eisini er tiltrongt í Klaksvík, við teirri menning, býurin hevur verið fyri.

Síðani sóu tey nýggja snotiliga kappróðrarneystið, sum kommunan hevur bygt fyri 8,9 mill, har Kappróðrarfelagið umframt hevur borið um 2 mill. til leysafæ, innbúgv, amboð, heysisystemir, lyklasystem o.a.

Í ár høvdu tey heilar 11 manninga, sum er met - fimm FM-heiti, sum eisini er met. Um 100 børn og ung brúka neystið dagliga í summarhálvuni, umframt at har eru nógvr venjingar av ymsum slag at kalla alt árið.

Hetta var eitt hugtakandi hús á einum hugtakandi staði, sum má sigast at hava rættiliga eggjandi umstøður til til venjingar, eins og tað kann brúkast til so mangt annað m.a. minni samkomur og framløgur.

Inni í stóra skúrbygninginum hjá Kanjon uttast á Sandinum, greiddi Hans Krosstein, byggifrøðingur fa FuglArk og verkætlanarleiðari frá á stórskíggja um áhugaverdu byggingina av Húsarhaldsskúlanum, ið gongur væl.

Áhugavert var at síggja í 3D tekningum og eftirgjørdum myndum, hvussu bygningurin er settur saman, har  eisini leiðingsskipanir og klædningur varð vístur.

Eisini fóru vit á sjálvt byggiplássið, sum er elementbyggjarí við nógari stoyping á staðnum eisini. Baðirúmini koma liðugt gjørd og eru síðani sett inn á ymsu hæddirnar sum ”hjallar/nátthús”, ið restin av húsinum verður bygt rundanum. Tú skal bara knýta vatn til og helst eisini frárennarskipanir.

Tað var serliga hugtakandi at síggja, at høvuðsleiðingarnar til luftskiftisskipanirnar at kalla eru liðug lagdar samstundis sum dekkini/loftini eru komin á hæddirnar – Hetta greiður frá neyvleika og góðari stýring. Tað er Blikksmiðjan, sum hevur VVS um hendi.

Nú varð farið aftur í tíð - meir enn 200 ár, har vit hoyrdu søguna um Nólsoyar Páll og hansara framskygni á so mongum økum. Um hvussu hann hevði býtt um garðin á Norðoyri við Myrkjanoyri og annars bygt eina ”borg” eftir tátíðar meti, sum sítt sehús. Eisini um hvussu hann á serstakan hátt flutti koppa-vaccinuna til Føroyar.

Archibald Black greiddi hegnisliga væl frá, eisini hvussu hann hevði bygt hetta húsið eftir tátíðar byggisiði við trænaglum og lásasamlingum eftir syllunum. Síðani varð boðið til ein betri bita á Nólsoyarpálsgarðinum við viðskera av bóndans garði, sum matmóðurin, Tala stóð fyri.

Eitt hugtakandi hús við ikki minni áhygaverdari søgu, hildu teir tøknikønu gestirnir fyri.

Eftir henda góða bitan og frásøguna, lá leiðin til tunnlarnar Norður um Fjall, har Karl Vang, byggifrøðingur og byggileiðari greiddi. Eisini hevði Ernst Vágsgarð, vegformaður hjá Landsverk gjørt gott kaffi í skúrinum.

Karl hevði gjørt eina framløgu, sum hann vísti á veggin um tøkniligu avbjóðingarnar við at bora og gera tunnlar – trygd og annað í hesum sambandi. Um tær ymsu lindirnar og grótsløgini, teir eru komnir ígjøgnum og serliga hvussu tunnlarnir verða tettir, festir og tryggjaðir.

Nú byrjar at líða nakað við tunnlunum, tí annar tunnilin er næstan liðugt steinsettur, so tað í næstum verður asfalterað fyrra lagið. Tó er nakað eftir at gera av ymiskum tøkniligum leiðingum.

Áhugavert var at líða á á ymsu byggjuplássunum. Sigast má, at limirnir í Byggifrøðingafelagnum fingu nógv ymiskt at vita og hildu teir annars fyri, at Klaksvík hevur nógvar byggifrøðiligar gimsteinar at vísa á – og ikki minst peikar framtíðin á fleiri afturat við m.a. hotelli og aðrari bygging í miðbýnum umframt Uppi á Fossum.

Heimasíðan hjá Byggifrøðingafelag Føroya

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flogbóltu­rin hevur tað gott í Føroyum
Nógv á skránni í Maverick
Desembur 2025 - og hvussu hann royndist…
Tveir klaksvík­ingar í venjaratoymi­num hj…
Talvkapping á Eiði setur nýtt met
Flogbóltur: 110 lið meldaði til Silva Cu…
Veðrið um vikuskiftið
Onki umval í Runavík
Trump: Ikki fleiri álop á Venezuela
Seglhúsmenni­nir áttu Háenni í 38 ár
Tyrlan partur av SAR venjing
Antoine Semenyo til Manchester City
Simona nýggj í FFT
At nápa eitt nápað hjáland
Skrivari Tjóðveldsins mótmælir landsstýr…
Eiði: Góð útgerð til kavagrevstur
Rættar­nevndin í Inatsisartut og grønlend…
“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nóg…
Fremmand tyrla í Klaksvík
Sløkkiliðsmenn í SKS verða heiðraðir