Lýsing
Lýsing
Lýsing

34 lomb yvir 100 pund livandi vekt á Skarði

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  28.09.2023 - 19:53 Mentan Tíðindi

Tey vóru á fjalli á fyri uttan á Skarði á Kunoynni í gjár.

Norðlýsið hitti røktingarmennirnar Jakka Sirdal og Leif Mohr í rættini hjá Strandarhaga í dag, har tøkuseyðurin vanliga kemur á heystardegi. Í dag bleiv seyðurin býttur til eigararnar.

Yvir miðal ár

Røktingarmenninir lótu væl at, nú teir kendu alla livandi vektina og tí kundu samanbera við undanfarnu ár. Teir meta hetta at verða eitt yvir miðal ár fyri uttan á Skarði. Av teimum 140 lombunum, sum teir vigaðu livandi vekt, so vigaðu 34 lomb yvir 100 pund, øll veðurlomb. Tað merkir, at áleið helvtin av veðurlombunum hevur vigað 100 pund ella meir. 100 pund livandi vekt svarar vanliga til 40 pund í miðal, tá tað er flett. Tyngsta veðurlambið vigaði 122 pund, meðan tyngsta gimburlambið vigaði 96 pund.

 


Mist nakrar fleiri ær

Harði veturin hevur ikki rakt seyðin á Skarði, har seyðurin gongur úti árið runt, hart, men eini 3-5 fleiri ær eru farnar síðani síðsta heyst enn eitt miðal ár. Á rættini hesaferð vóru 172 ær og 166 lomb.

12 fólk og átta hundar vóru við á fjalli. Tey fóru frá húsum kl. 5, vóru á rætt kl. 13 og við hús kl. 18.30.

Lýsing
Seinastu tíðindini
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…
Kára Sigurðsson Danmarksmeistari fyri FC…
KÍ kom yvir marrubyrjan og vann greiðan…
KÍ vann 4-1 á Skála
Nýggj VAR-regla kann gera enda á filming
Veðrið í vikuni
Alt byrjaði móti KÍ hjá nýklæktari HM-st…
Kappróðrarumstøður­nar í høgættini í Runa…
Søguligur dystur endaði við javnleiki