Lýsing
Lýsing

Vænta minst eitt miðal seyðaár á Viðareiði

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  28.09.2023 - 19:05 Mentan Tíðindi

Tey vóru á fjalli í heimaraparti inni í Vík í gjár. Sørin Petersen, bóndi, sigur at fyrstu ábendingarnir eru, at tað verður eitt miðal ár ella gott tað.

- Í gjár vóru tey á fjalli í heimaraparti í Vík. Fjallskipanin er 12 fólk, men í gjár vóru vit eini 25 fólk og eini 3-4 hundar. Tað gekk væl, men hagin er so stórur og tað er vítt at fara, so tað er altíð okkurt eftir. Har eru 160 ær. Vit plaga at royna at fara tíðliga, tí tað er langt frá húsum, og tað er betri fyri hagan, at lombini verða tikin tíðliga frá ónum. Har livur ein stórur partur av seyðinum úti um veturin. Fyri tann seyðin eru vit nøgdir, um eitt lamb vigar 30 pund. Hin helvtin er heima frá mars mánaða til lembingin er liðug, sigur Sørin Petersen við Norðlýsið.

- Í Viðvík riggar ikki at hava tvílembur hjá teimum, sum ganga úti alt árið, men tær sum eru heima hava rímulig lomb. Tey góðu tvílembulombini liggja um 30 pund, sigur hann.

 


Eitt miðal ár

- Tað sær út til at blíva eitt miðal ár. Vit hava flett okkurt, sum gongur høgligt, og tað var heilt gott. Tað vóru lomb, sum vigaðu í miðal 33-34 pund.

 


Heppin í kavanum

Vit hava ikki merkt tað. Tað var løgið í vár, at seyðurin var so væl fyri sum hann var. Vit væntaði tað ringasta. Vit mistu stórt sæð einki í vetur.

Vit á Viðareiði hava verið heppin við vetrinum. Tað er líka hagin úti í líð, sum hebur mist nakað av seyði av skalvalopi. Annars er eimnki farið. Men tað var kanska ikki so nógvur kavi her sum aðrastaðni. Tað var í øllum førum nógv meira kavi í Hvannasundi og Klaksvík.

 

Tveir aðrir hagapartar

Sørin Petersen hevur eisini ábyrgdina av tveimum øðrum hagapørtum, tann eina saman við einum øðrum. Tað er í Villingardali saman við Esmar Sørensen og Eysturi við Egg, sum er høgligur hagi omanfyri bygdina við 70 áseyðum.

Eysturi við Egg er helvt um helvt tvílembur. Tað er síðsta fjalli, ið vit ganga, tí hagin er so høgligur. Tað tekur bara tveir tímar, so vit lata aðrar gera seg lidnar fyrst.

- Í Villingardali tori eg einki at siga um útlitini. Vit sleptu veðragjólingunum út 28. ella 29. november. Tá vit róku seyðin, sum vit høvdu eftir, yvir 18. mai, tá vóru bara trý lomb komin har yviri av 45-50 ær. Men tá vit vóru í royting høvdu nærum allar ærnar lamb. Men tey vóru seint lembt, so helst hava veðragjólingarnir staðið fastir í kavanum. Tí teir vóru til, men tað lembdi seint. Tað fjalli plaga vit at verða fyrst. Um 20. september. Men nú lombini vóru so seint lembt, so geva vit teimum 14 dagar afturat, so har fara vit fyrst í komandi viku um tað gongst eftir ætlan, sigur Sørin Petersen at enda.

Sørin sigur, at manningin fer at fletta í kvøld. Tey vóru væl mannað, so helst bleiv alt liðugt flett í kvøld. Teir hava roynt at skrætt skinnið av, men eru farnir aftur til at tumma uppá gamla máta, tí tað eru teir betri nøgdir við. Men eftir tummingina hanga teir upp og tað tekur vanliga bara nakrar tímar at fletta yvir 100 seyðir.

Norðlýsið tosaði eisini við onkran annan bónda á Viðareiði, sum ikki hevði verið á fjalli og eisini hann væntaði, at skurðurin fór at verða góður í heyst.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tunlar gera okkum ikki til havnar­fólk
Tvær góðar upplivingar í Klaksvík
Myndarøð: Grind á pollinum í dag
Vísindavøka á ferð á Klaksikar Bókasavni…
Grind liggur á pollinum
Deni Pavlovic fær óvanliga nógv kort í á…
Umkoyringarvegu­rin norð undir Hamri
Vunnu 4-0 á Irak
Tummas Lervig stillar ikki upp aftur
Koyr bil, tá tú koyrir bil!
Ferðafrásøgn – Hornorkestrið á Skúlatrøð
Tilmeldingin til Kvøldskúlan letur upp m…
Veðrið í vikuni
Eitt valskeið við framgongd  
KÍ vann á HB við einum máli - Myndarøð
KÍ vann dystin um 2. plássið
Ráðstevna og seminar um talgildar førlei…
Í dag spælir Team Klaksvík fyrsta heimad…
Stjørnan á heimavølli sunnudagin
Kavarar fingu 108 lastbiladekk av botni