Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heimskendu Orphei Drängar vitja Varpið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.09.2023 - 11:10 Mentan Myndarøð Tíðindi

Endiliga koma teir, á fyrsta sinni, til Føroya 20 oktober kl. 20. Varpið ynskir tykkum eina upplivilsisríka konsert saman við Orphei Drängar, sum verður mett at vera millum heimsins bestu manskór.

 

Sångsällskapet Orphei Drängar varð stovnað fyri næstan 170 árum síðani, 30. oktober 1853, og líka síðani tá hava teir havt høvi at syngja og møta áhoyrarum um allan heim.

Teir gleða seg til, saman við okkum í Klaksvík, at skapa og uppliva ta gandakendu megi í tónleiki og í tí samspæli, sum tekur seg upp millum kór og áhoyrarar.

Tónleikaskráin er sett saman við tí í hyggju at vera fjølbroytt í fleiri dimensjónum. Vit verða tikin við á ferð til Stóra Bretlands, Týsklands, tey baltisku londini og USA, men sjálvur bulurin í skránni er eyðvitað Norðurlond.

Tónleikurin og tekstirnir lýsa mótsetningar í lívinum, bæði ljós og myrkur. Náttúran sum frummegi og íblástur gongur aftur í skránni, frá havsins megi til norðlýsisins gandakendu glæmu. Somuleiðis tað fulla kensluregistarið hjá okkum menniskjum – gleði, sorg, øvundsjúka, vón. Hetta hóskar væl til klangin og framførsluna hjá Orphei Drängar, ið spennir frá tí inniliga og stillisliga til tað máttmikla og stórbæra.

Kórið er stjórnað av Ceciliu Rydinger.

Varpið ynskir tykkum eina upplivilsisríka konsert saman við Orphei Drängar, sum verður mett at vera millum heimsins bestu manskór.

Hetta kvøldið verður eisini høvið at hoyra Klaksvíkar Manskór, undir leiðslu av Daniel Rye. Teir leggja fyri við tveimum føroyskum sangum, fyri at bjóða svensku gestunum vælkomnum.

Atgongumerkini verða sett til sølu fyrsta dagin, so tá ræður um at gera skjótt av

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París