Lýsing
Lýsing
Lýsing
Í dag lat hin glaði og litríki listamaðurin úr Fuglafirði, Frits Johannesen upp áhugaverda framsýning í Gallarí Havnará | Mynd: Dávur Winther

Frits væl fagnaður í Gallarí Havnará

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  29.09.2023 - 21:49 Mentan Myndarøð Tíðindi

Hin glaði og litríki listamaðurin úr Fuglafirði, Frits Johannesen lat í dag upp áhugaverda framsýning í Gallarí Havnará - á Mikkjalsmessu.

Har var stúgvandi fult av fólki inni, sum vildu ogna sær ein málning og gentukórið frá 80-unum, sum í dag eru búnar kvinnur, møttu upp at fløva um við frálíkum sangi.

Tær sungu enn sum søtar og fittar gentur, og Frits ornaði um hjarta. Mangar av teimum góðu løtunum frá teimum góðu ungdómsdøgunum runnu fram aftur. Tær sungu ein sang, sum Frits hevur gjørt lagið til, og síðani ein sum Jógvan á Lakjuni hevur gjørt lagið til.

Frits kundi ikki annað enn klemma síni børn, sum hann kallar hesar fittu ”gentur”. Jógvan á Lakjuni, sum hevur verið nógv við í síni tíð saman við Gentukórinum var eisini til staðar.

Frits er myndlistafólk, røktingamaður, tónasmiður, sangari, kórleiðari og ikki minst málkønur.

Hann er trúgvur móti sínum listheimi, og megnar meistarliga væl at samantvinna, tónleik, sang og spæl uppí sín serstaka listaheim, ið ofta hevur eitt kent bygdalagi sum pallmynd.

Eftir lítlari løtu vóru flestu av teimum 41 nýggj verkunum rivin burtur og reyðir prikkar sóust um alt.

Listaverkini, sum altíð hava eina drúgva søgu handan seg, kallar Frits stundum fyri síni penslabørn.

Takk fyri enn eina frálíka, litríka og glað framsýningin, Frits Johannesen!

Tú kanst síggja framsýningina, sum er opin til sunnudagin 8. okt.

 

Vit lata myndirnar tala.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Rúsan letur aftur í Klaksvík
- Fuglafjørður er fiskivinnu høvðusstaðu…
Góðu limir, foreldur og hjálpar­fólk
Kom til verka saman við altjóða sjálvbod…
Eitt 58 ára minni Pálmasunnudag - og hug…
Sóley Sjúrðaberg sett í starv sum integr…
Eirikur vitjar Norðlýsið
Steffan vitjar Norðlýsið
Soleiðis gjørdist valúrslitið í Norðoygg…
Til útróðrar í páska­feriuni
7 KÍ leikarar á lands­liðnum
Betri Trygging komin upp á pláss á Nólso…
Við Tórði á túri millum standmyndir í Kl…
Fyrilestur: Hvussu gera vit, tá vit møta…
Við Tórði á túri - Dorius Frederiksberg
Stilass sett upp kring kirkjuna
Tá sjúka rakar – er vælferðarsam­felagið…
Eirikur í Jákups­stovu valdur á løgting
Gadus farin á nýggjan túr
Opið bræv frá Nýrafelag­num, til tey sum…