Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggjur Gadus birtir vón

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.09.2023 - 07:54 Leiðarin Vinna

Uttan at siga eitt orð fortaldi ongin tað betri enn Christian í Grótinum, at “Kreppan er av!”, tá nýggja flaggskipið í flotanum kom inn á Vágna í Klaksvík í 1998. Norðoyggjar høvdu saman við restini av landinum verið í eini sváraru fíggjarkreppu, men noktaðu at geva seg yvir og bukka undir. Og til bar. Nú hava døkk skýggj aftur lagt seg yvir okkara fiskivinnu, men taka Føroyar eins væl ímóti nýggja Gadus og geva honum grundarlag at virka, so kann enn ein kreppa og stúran í nærsamfelagnum avlýsast

 

 

Higartil hava vit einans sæð nýggja Gadus á myndum. Men myndirnar eru nóg mikið til geva eina stak góða magakenslu. Fyrst og fremst sigur Gadus okkum, at vinnan í Norðoyggjum trýr uppá tað. Ongin setir eina knappa hálva milliard í eitt stásiligt nýtt sjófar uttan eina trúgv uppá, at tað loysir seg.

Í løtuni sita nógvar stúrandi familjur kring um í Norðoyggjum. Fleiri teirra eru sperdar, tí matvøruprísirnir fara bara ein veg og sethúsaprísirnir somuleiðis. At kríggj er aðrastaðni í Europa setir eisini síni spor. Í skrivandi stund er verkfall lýst at verða, og vit sóu í gjár, at landskassahallið í ár verður 64 milliónir. Men tað verður sanniliga eisini stúrt fyri, at Landsstýrið fer at gera ilt verri.

Nýggja íbirta vónin, sum kemur við Gadus, krevur, at fleiri enn bara manningin og reiðaríið síggja virðið í íløguni. Umframt at geva umleið 250 fólkum eitt livibreyð, eru stórir ringvirkningar kring eitt reiðarí við undirleverandørum og avleiddum vinnum. Afturat tí koma sponsorat til m.a. ítrótt, sjálvbodnar gávur frá vinnuni, betraðar umstøður til okkara sjófólk og sjálvsagt milliónainntøkur til Landskassan.

Tað var ein takksaman formann í Reyða Krossi Føroya, vit hoyrdu í Góðum Morgni Føroyum og Breddanum hósdagin 28. september. Har nevndi hann tríggjar vælgerandi fyritøkur, sum veita Reyða Krossi døgurðamat, sum Reyði Krossur so gevur víðari til svangar og neyðstaddar familjur í Føroyum. Ein av teimum trimum fyritøkunum var reiðaríið hjá Gadus, JFK, ið veitir teimum flak.

Øll vita eisini, at eitt nýtt skip dálkar munandi minni enn eitt gamalt skip, og í so máta er hetta eitt stórt stig á grønu leiðini. Fyri skammari stund síðani var ph.d.-ritgerð skrivað um strongd millum sjófólk, harí onkrar av niðurstøðunum ikki vóru tespiligar. Nýggja skipið veitir nógv betri umstøður enn tey núverandi, og fer tá uttan iva at minka munandi um strongdina. Afturfyri ynskir vinnan bert tað afturfyri, at teimum verður lív lagað í Føroyum.

Nú nýggi Gadus kemur, so er tað ikki bert reiðarin, ið setir alt sítt álit á politiska myndugleikan um, at Føroyar sum samfelag geva skipinum høvi at virka sambært sínum endamáli. Tað er alt lokalsamfelagið í Norðoya Sýslu og lutvíst í øðrum økjum, sum verða positivt ávirkað av tí. Reiðaríið hevur gjørt sín part við at lata stásiliga skipið byggja, lokalsamfelagið ger sítt við veitingum, og verður landsmyndugleikin eisini ein viðspælari, kann hetta ævintýrið bara enda væl, Føroyum sum samfelagi at gagni.  

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu