
Veðrið í vikuni
Seinastu dagarnar hava lágtrýstini gingið beint ímóti Føroyum, og veðrið hevur tí verið skiftandi. Eftir ein dag við góðum veðri, hevur tað verið meira vindur og viðhvørt nógv regn. So er aftur ein dagur við góðveðri.
Veðrið í vikuni – dag fyri dag:
Mánadag: 5 til 10 m/s av suðuri, skiftandi skýloft og ælaveður. Út á seinnapartin veksur vindurin. Og í kvøld eru 10 til 15 m/s av útsynningi. Ælini verða yvirhøvur drúgvari. Í nátt eru 3 tril 8 m/s av útsynningi og ælaveður. Hitin í dag 12 – 13 stig.
Týsdag: 3 til 8 m/s av vestri, skiftandi skýloft og ælaveður. Út á fyrrapartin hækkar hann upp í útnyrðing og veksur vindurin upp í 5 til 10 m/s. Í annaðkvøld minkar vindurin niður í 5 m/s og gongur niður í vestan, framvegis skiftandi skýloft, men langt ímillum ælini. Um náttina eitt lítið lot av ymsum ættum. Hitin í morgin sum í dag upp í 13 stig.
Mikudag: Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt, tó okkurt ælið í støðum. Út á dagin landnyrðingur, og vindurin veksur vindurin upp í 3 til 8 m/s, smáskýggjað við sólglottum og yvirhøvur turt. Hitin 6 til 10 stig.
Hósdag: Lítið lot eystaneftir, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og turt. Um kvøldið veksandi vindur, upp í 5 tilo 10 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið. Um náttina 8 til 13 m/s av eystri, skiftandi skýloft og regn ella ælaveður. Hitin 6 til 10 stig.
Fríggjadag: Veksandi vindur av eystri upp í 13 til 18 m/s, samdrigið og regn. Um kvøldið minkandi vindur niður í 3 til 8 m/s, framvegis samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin fríggjadagin 7 til 11 stig.