Lýsing
Lýsing
Lýsing
Í dag fer ættin at liggja millum vestan og útnyrðing, vindferðin fer ikki upp um 10 m/s, og tað verða løtur við ælaveðri. | Mynd: Árni Jacobsen

Veðrið í dag

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  03.10.2023 - 09:19 Tíðindi Veðrið

Tað er eitt lítið lot av vestri í morgun. Miðalvindferðin liggur um 3 til 8 m/s. Loftið er ógvuliga skiftandi. Í nógvum støðum er samdrigið og avfall (ælaveður), aðrastaðni samdrigið og turt, men í stórum partum av landinum er smá- ella hálvskýggjað við sólglottum.

Fram ímóti middegi fer ættin upp í útnyrðing, vindurin fer at veksa eitt sindur, upp í 5 til 10 m/s, tað verður samdrigið kring næstan alt landið og ælaveður.

Eitt sindur út á seinnapartin er aftur turt og nakað klárari.

Í kvøld gongur hann niður í vestan og minkar vindin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s.

Hitin í dag fer liggja um 10 stig. Í nátt niður í 7 stig.

Gera vit eitt lop fram til hóskvøldið, tá ið KÍ skal spæla ímóti Lille á Tórsvølli, so kunnu vit vænta 5 til 10 m/s av eystri, skýggjað ella samdrigið og turt. Hitin fer at liggja um 8-9 stig.

Hetta skuldi verið gott veður til fótbólt. Gundadalur er veðurgóður, og Tórsvøllur er næstan innigirdur av høgum bygningum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…