Lýsing
Lýsing
Lýsing
Beint fyri sólarris í morgun. Skýloftið er hálv- ella smáskýggjað. Í dag fer skýlfotið at vera skiftandi millum smáskýggjað og samdrigið, og okkurt ælið verður í støðum. Ikki nógvur vindur í dag, minni enn 5 m/s av ymsum ættum. | Mynd: Ernst Vágsgarð

Veðrið í dag

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  04.10.2023 - 09:05 Tíðindi Veðrið

Tað er eitt lítið lot av ymsum ættum í morgun. Vindferðin er minni enn 4 m/s kring landið. Loftið er eitt sindur blandað. Í helvtini av landinum er samdrigið, meðan tað er hálvskýggjað og sólglottar í hinari helvtini. Yvirhøvur er turt, men okkurt ælið er í støðum.

Meiri ella minni soleiðis fer veðrið at vera allan dag – tó við tí muni, at so hvørt sum ættin broytist eina løtu, kann skýloftið skifta frá at vera samdrigið til at vera hálv- ella smáskýggjað – ella øvugt. Tað sama er við støðum, har ælini eru eru.

Hitin í dag fer at liggja um 8 til 10 stig.  

Gera vit eitt lop 1½ samdøgur fram til í annaðkvøld, tá ið KÍ tekur ímóti Lille á Tórsvølli, so er forsøgnin broytt nakað seinasta døgnið. Eitt regnumráði fer at leggja seg yvir landið sunnaneftir, so við dystarbyrjan eru 3 til 8 m/s av eystri, samdrigið og turt. Nakað eftir at dysturin er byrjaður, veksur vindurin upp í 5 til 10 m/s, og tað fer at regna. Hitin fer at liggja um 9 stig.

Hetta er gott veður til fótbólt – tó er tað altíð eitt gott hugskot at lata seg væl í. Gundadalur er veðurgóður, og Tórsvøllur er næstan innigirdur av høgum bygningum. Ættin fer at liggja inn á bakið á tí stóra skýlinum, har sum inngongdirnar eru.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…