
Veðrið í vikuni
Gott veður hevur verið í vikuskiftinum, men soleiðis verður ikki hesa vikuna. Í morgin, mánadagin, veksur vindurin eitt sindur, tó ikki so nógv, men restina av vikuni verður veðrið einki serligt.
Osøkin er tvey djúp lágtrýst, sum fara at ganga eystureftir úr Íslandi og fara framvið stutt norðan fyri Føroyar. Tey fara at draga luft til sín úr øllum ættum, eisini kalda luft langt norðaneftir. Brúgvaløg hoyra til hesi lágtrýst, og í teimum verður kanska ikki bara regn, men eisini í løtum vátakavi.
Veðrið í vikuni – dag fyri dag:
Mánadag: 5 til 10 m/s av útsynningi, skýggjað og yvirhøvur turt. Um kvøldið lækkar hann niður í sunnan, tað verður samdrigið og ælaveður. Hitin 6 til 11 stig.
Týsdag: Um náttina 5 til 10 m/s av útsynningi, samdrigið og ælaveður. Út á fyrrapartin veksur vindurin fyrst upp í 8 til 13 m/s, seinni upp í 10 til 15 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Tá ið liðið er út á seinnapartin veksur vindurin upp í 15 til 20 m/s av vestri, tað verður samdrigið og ælaveður við regni og kanska vátakava. Hitin týsdagin 6 til 11 stig.
Mikudag: Mikunáttina minkar vindurin niður í 8 til 13 m/s, og ættin fer upp í útnyrðing, meðan skýloftið er skiftandi við ælaveðri við regni og kanska vátakava. Fram ímóti middegi verksur vindurin upp í 15 til 20 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður við regni. Út á kvøldið minkar vindurin, og tað verður yvirhøvur turt. Hitin mikudagin úr 4 stigum upp í 8 stig.
Hósdag: Um náttina 8 til 13 m/s av útnyrðingi og vestri, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Fyrrapartin minkandi vindur niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, og ættin lækkar niður í sunnan, smáskýggjað og yirhøvur turt. Seinnapartin veksur vindurin upp í 5 til 10 m/s av suðuri, samdrigið og regn. Um kvøldið gongur hann upp í útsynning, samdrigið og regn. Hitin hósdagin 6 til 11 stig.
Fríggjadag: 10 til 15 m/s av útsynningi, skiftandi skýloft og ælaveður við regni, kanska við vátakava. Seinnapartin útnyrðingur, og eitt skifti 13 til 18 m/s. Hitin fríggjadagin 5 til 9 stig.