Lýsing
Lýsing
Lýsing
Yvirhøvur betri veður hevsa vikuna enn tað var í síðstu viku. Ikki líka nógvur vindur, als ikki líka nógv regn og so verður eisini nakað væl lýggjari. Eingin hvítur fjallatoppur, tá ið vit vakna. | Mynd: Hilda Sjúrðardóttir

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  16.10.2023 - 10:19 Tíðindi Veðrið

Eftir eina viku við keðiligum veðri, er nú ein vika fyri framman, har sum veðrið er nakað væl frægari. Lágtrýst við nógvum vindi og regni hava gingið av leiðunum við Ísland beint ímóti Føroyum, viðhvørt hevur kavi verið uppií.

Nú mennist eitt hátrýst eystan fyri okkum, sum fer at forða lágtrýstunum á leiðini eystureftir.

Frá í morgin fer ættin at liggja millum eystan og sunnan, nakrar dagar lítil vindur og turt, tó undantikið fríggjadagin. Tá verður nakað av vindi.

At ættin ikki fer longur upp enn eystan, hevur við sær, at hitalagið fer at liggja um tey 10 stigini.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadag: 5 til 10 m/s av útsynningi, skýggjað og ælaveðurt. Seinnapartin gongur hann upp í vestan, tað verður skiftandi skýloft og bert okkurt ælið. Hitin 9 til 12 stig.

Týsdag: Um náttina minkar vindur niður í eitt lítið lot, meðan hann hækkur upp í norðan, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Seinnapartin gongur hann úr norði niður í eystan, meðan tað er smáskýggjað og yvirhøvur turt. Um kvøldið 3 til 8 m/s av landsynningi, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin týsdagin 6 til 10 stig.   

Mikudag: Um náttina 3 til 8 m/s, av landsynningi, smáskýggjað og okkurt ælið. Út á fyrrapartin veksur vindurin upp í 5 til 10 m/s, meðan ættin gongur upp í eystan. Seinnapartin 8 til 13 m/s, klárt ella smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 7 til 11 stig.  

Hósdag: 10 til 15 m/s av eystri og landsynningi, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Um kvøldið veksandi upp í 15 til 20 m/s, samdrigið og sum frá líður regn. Hitin 8 til 11 stig.   

Fríggjadag: Um náttina 15 til 20 m/s av landsynningi, samdrigið og regn. Út á fyrrapartin minkandi vindur niður í 13 til 18 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Um kvøldið eitt sindur minni vindur. Hitin 8 til 12 stig.     

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…