Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jonas Gahr Støre á pressufundinum tann 16. oktober 2023, tá hann tilnevndi Cecilie Myrseth sum nýggjan fiskimálaráðharra í Noregi. | Mynd: Norska stjórnin

Noreg ger ímóti prinsippinum hjá Akseli

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.10.2023 - 18:45 Leiðarin Politikkur Tíðindi Vinna

Norski staturin hevur í dag gjørt tað, sum løgmaður heldur ongan stat kunna hava samvitsku til: At undirskriva samstarvsavtalu við Russland um fiskiveiðu. Bæði forsætismálaráðharrin og fiskimálaráðharrin í Norra eru sosialdemokratar eins og Aksel V. Johannesen.

“At fyritøkur keypa og selja gass og fisk úr Russlandi er eitt, men at Landsstýrið sum statur ger samstarvsavtalu við stýrið hjá Putin er nakað heilt annað” hevur ljóða frá løgmanni Akseli V. Johannesen hesa vikuna. So seint sum í útvarpstíðindunum í kvøld var hetta høvuðsgrundgeving løgmans fyri, at Javnaðarflokkurin er ímóti at gera nýggja samstarvsavtalu við Russland um fiskiveiðuna í Barentshavinum.

Løtu seinni í somu tíðindasending var yvirskriftin, at norski fiskimálaráðharrin í dag hevur undirskrivað samstarvsavtalu við Russland um fiskiveiðuna í Barentshavinum fyri 2024. Og at hetta er ein tann mest týdningarmikla samstarvsavtalan Noregi hevur gjørt, tá hetta tryggjar burðardygga røkt av fiskastovnunum til gagns fyri komandi ættarliðini. Eisini blívur staðfest í tíðindaskrivi frá norsku stjórnini, at fiskivinnugranskarar í londunum báðum nú styrkja um samstarv teirra.

Noregi ger soleiðis beint ímóti meginregluni hjá Akseli V. Johannesen, løgmanni, sum hann hevur trútta alla hesa vikuna. At tað skal vera ein grundleggjandi munur millum tað, at evropeiskar fyritøkur velja at samstarva við russiskar fyritøkur um keyp og sølu av eitt nú gassi og fiski, og so at statir gera samstarvsavtalur við russiska statin.

Har má bara staðfestast, at Aksel V. Johannesen fer fullkomiliga skeivur. Norski staturin er høgt virdur í altjóða høpi, har sjálvur friðarheiðursløn Nobels eisini verður handa í norska høvuðsstaðnum hvørt ár. Allíkavæl breggjar nýtilnevndi norski fiskimálaráðfrúan Cecilie Myrseth í einum tíðindaskrivi í dag av samstarvsavtaluni við Russland:

“Tað er gott, at vit hava gjørt eina fiskiveiðuavtalu við Russland, hóast vit eru í eini heilt óvanligari støðu. Semjan tryggjar eina langtsiktaða og burðardygga umsiting av havøkinum í norðurøkinum, og er heilt grundleggjandi fortreyt fyri, at vit kunnu umsita toskastovnin og hini fiskasløgini í Barentshavinum.”

Fyrr í vikuni tilnevndi norski forsætismálaráðharrin Jonas Gaahr Støre úr Arbejderpartiet Cecilie Myrseth sum nýggjan fiskimálaráðharra. Kanska Aksel V. Johannesen skuldi spurt seg fyri í norska systirflokkinum, um hvørji prinsippir norski staturin arbeiðir eftir, nú samstarvsavtalan við Russland er undirskrivað. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nú er nóg mikið við miseydnaðum byggiver…
Topp 3 Ársins Leiðarar 2026 eru nú kunng…
Dokkin á Skála tekur skap
Holocaust Minningarhald
Kvøldarlesing - eitt væleydnað kvøld
10'arin funnin?
Løgtings­røðarapallu­rin dagførdur
Ph.d.-skúli er nú settur á stovn á Fróðs…
Hagafundur fyri Uppsalahaga
Bókacafe við Vónbjørt Vang
Hvørjum bíðar samgongan eftir?
KÍ stjørnuskotið 18 ár
Blaðið fyllist
Ongum nýtist at fara til Singapore við J…
Almennir fundir
Mest hýsa at fáa
Veðurlags­lógin er reinur signal­politikku…
Fundur 29. januar fyri komandi 1. floks…
Láturligt uppskot um leigustuðul
Búnaðarstevnan: Landbúnaðu­rin á einum ve…