Lýsing
Lýsing
Lýsing
Skiftandi skýloft á hesari myndini, sum ein tvillingur av Jørðisgøtu tók í vikuni. Ættin fer at liggja av útsynningi bert fyrsta dagin í vikuni, eftir tað fer hann at koma eystaneftir, í løtum av landnyrðingi. Skýloftið skiftandi alla vikuna, mest klárt ella smáskýggjað. Klárari undan ættini - t.e. vestanfyri. Ongantíð nógvur vindur, upp í 13 m/s onkra løtu. | Mynd: Jóannes Poulsen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  22.10.2023 - 13:45 Tíðindi Veðrið

Í vikuni, sum fór, at hava lágtrýst gingið beint ímóti Føroyum. Tá ið soleiðis er, er veðrið hjá okkum skiftandi, og lotið kemur av næstan øllum ættum. Tað var tó einki illveður, sum í vikuni frammanundan.

Í vikuni, sum nú byrjar, fara lágtrýstini ikki eystur um Føroyar longur, men fara at liggja úti í miðjum Norðuratlantshavi. Vit fara at liggja eystan fyri miðjuna, har sum ættin vanliga er ímillum sunnan og eystan. Framvegis einki illveður, vindferðin fer ikki upp um einar 13 m/s.

Heldur ikki fer nakað brúgvalag við regni framvið næstu dagarnar. Tó verður ikki turt alla tíðina, men  ælaveður í óstabilari luft.

Í morgin – mánadagin – fer ættin fyri tað mesta at liggja av útsynningi, men týsnáttina og nakrar dagar fram fer hann at liggja av eystri. Fram ímóti vikuskiftinum fer hann upp í landnyrðing.

Meðan ættin í nakrar dagar fer at liggja um eystan og viðhvørt landnyrðing, skulu vit vænta, at tað fer at kølna eitt sindur.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadag: Um náttina 5 til 10 m/s av útsynningi, smáskýggjað og okkurt ælið. Út á fyrrapartin eitt sindur minni vindur, 3 til 8 m/s. Seinnapartin minkandi vindur, meðan ættin lækkar niður í sunnan. Um kvøldið bert eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, smáskýggjað ella klárt og turt fyri tað allarmesta. Hitin fer upp í 10 stig, men um kvøldið og náttina í støðum niður í 4 stig.

Týsdag: Um náttina gongur hann úr suðuri upp í eystan, men bert eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, klárt ella smáskýggjað og yvirhøvur turt. Seinnapartin og um kvøldið 3 til 8 m/s av landsynningi, klárt ella smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin fer at vera nakað tað sama sum dagin fyri – mánadag – úr 4 upp í 10 stig.    

Mikudag: Eystan allan dagin, vindferðin um 3 til 8 m/s, smáskýggjað ella klárt og yvirhøvur turt, tó okkurt ælið í støðum um middagsleitið ella út á seinnapartin. Hitin 5 upp í 9 stig.

Hósdag: 3 til 8 m/s av eystri, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Út á seinnapartin dregur á luftina, gráari at hyggja uppeftir, og so verður okkurt ælið. Vindurin um kvøldið er 5 til 10 m/s. Eitt sindur kaldari, nú landnyrðingurin og køld eysturætt hava ligið í 2 samdøgur. Hitin fer at liggja úr 2 stigum um náttina upp í 8 stig um dagin.    

Fríggjadag: 5 til 10 m/s av landnyrðingi, klárt ella smáskýggjað og bert okkurt ælið. Um kvøldið 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin 2 til 7 stig. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…