Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vinnumálaráðharrin Høgni Hoydal á sjarmuferð í Kina, sum samgongan tykist halda vera meira stovureint enn Russland at samstarva við. | Mynd: Kringvarp Føroya.

Ketan hjá samgonguni lopin heilt av

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.10.2023 - 12:31 Leiðarin Politikkur Vinna

Hvussu kann tað vera í lagi at samstarva við Kina, tá tað ikki er í lagi at samstarva við Russland? Kina, sum á hvørjum ári avrættar fleiri túsund folk, er sambært handlingunum hjá samgonguni stovureint. Landsstýrismaðurin í vinnumálum er farin eystur til Kina fyri at knýta tættari bond til kommunistiska stórveldið í fjareystri.

”Føroyar hoyra til Vesturheimin!”. ”Vit mugu vísa verðini, hvørji vit eru, og ikki samstarva við bølmenni!” og aðrir líknandi floskar hava rungað úr Tinganesi og teirra trúarverjum, har man helst sær samstarvið við Russland gjørt til einkis, tí Russland aftur nú er lopið á eitt annað land.  

Tann 6. desember í 2019 stóð annars at lesa á heimasíðuni hjá Tjóðveldi sterkur kritikkur av, at onkur virdi og vardi avtaluna millum Føroya Tele og Huawei. ”kinesarar brúka Huawei sum ein trojanskan hest móti USA og vesturheiminum.” stendur orðarætt í greinini. Og hesir kritikararnir fingu sín vilja; avtalan millum Føroya Tele og Huawei varð slept. Men so fer Høgni Hoydal til sama Kina at fáa avtalur í lag?!?

Kinesiski sendimaðurin gjørdi tá greitt, at um Føroya Tele ikki gjørdi avtalu við Huawei um 5G-netið, kundu Føroyar gloyma alt um handilsavtalur við Kina. So noyðast vit at spyrja vinnumálaráðharran, um hann ætlar at dansa eftir kinesisku pípuni og lata upp aftur fyri Huawei? Og um ikki, hvat hann so ger í Kina?

Um tað er amoralskt at samstarva við Russland, so er tað ikki minni ómoralskt at samstarva við Kina. Men har annað er ein stórur trupulleiki fyri sitandi samgonguna, er hitt ikki. Hvussu kann man rættvísgera tað?

Landsstýrið hevur ein stóran forkláringstrupulleika. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sættu ferð KÍ spælir stórsteypadyst
- Eg vil sjálvandi gera alt fyri at fáa…
Vikuskráin
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Kunngerð um val til Fólka­tingið í Føroyu…
Bekendtgørelse om afholdelse af valg til…
Eins og var Mikines á Skúlatrøð
Nýtt vinnu- og mentanarøki við Teistatan…
Reinsiverkið á Hellisenda skal gerast li…
UPPHAV í neystinum
Ábyrgdin á tínum herðum
Góð gongd í 2025
Konsert fyrilestur í Varpinum
Fyrsti uppstillingarfundur hjá Norðoya T…
Húsið hátíðarheldur 20 ára dag
Skúlakórið á Skúlatrøð og Klaksvíkar Man…
Manningin á Jákup B greitt brævatkvøðu
Jeg hvakk eitt sindur við
Vit í Javnaðar­flokki­num skylda ikki Fram…
Løgtingsval verður hósdagin 26. mars 202…