
Veðrið í vikuni
Í byrjanin av hesari vikuni er veðrið heilt hampuligt. Hátrýstveður. Tá síggjast tjúkkir skýbøklar oman fyri fjøllini, og ímillum tey er blá luft. Soleiðis er í dag og eisini ein stóran part av morgindegnum. Tað er yvirhøvur turt, men okkurt ælið kann sjálvandi eisini vera.
Mikudagin er hátrýstið viknað og flutt seg burtur frá Føroyum.
Eftir tað fara nøkur djúp lágtrýst at koma nærr i Føroyum. Tey fara at ganga eystureftir sunnan fyri Føroyar. Brúgvaløg við nógvari vætu hanga í hesum lágtrýstum, og kring okkurt er eisini fitt av vindi.
Vit skulu tó ikki rokna við stormi í Føroyum, tó at tað verður eitt sindur seinni í vikuni. So væl sleppa tey í Bretlandi og Írlandi ikki. Ávaring er send út um ringt veður har hósdagin. Illveðir hevur fingið navnið Ciarán (hetta er eitt írskt mannfólkanavn).
Veðrið í vikuni – dag fyri dag:
Mánadagin: Lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt, okkurt ælið í støðum. Hitin 4 til 8 stig.
Týsdagin: Lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, skýggjað ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Út á seinnapartin veksandi upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, fyri tað mesta klárt, í støðum tó smáskýggjað og okkurt ælið. Seint um kvøldið gongur ættin niður í eystan, men um náttina hækkar hann uppaftur í landnyrðing. Hitin 4 til 8 stig.
Mikudagin: Frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, smáskýggjað og æl við regni ella vátakava. Seinnapartin veksandi upp í frískan til hvassan vind, 10 til 15 m/s. Um náttina strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin 4 til 7 stig.
Hósdagin: Strúkur í vindi upp í skrið av landnyrðingi, 13 til 18 m/s, skýggjað og regn ella ælaveður. Seinnapartin frískur vindur upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s; um kvøldið og náttina frískur vindur upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Hitin 6 til 10 stig.
Fríggjadagin: Lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Seint um kvøldið og um náttina frískur vindur upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, skýggjað og ælaveður. Hitin 6 til 10 stig.