Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hevði tænt lurtarunum, um vit fingu fakta heldur enn politisk og ógrundað gleps

SKRIVAÐ: Kristian Martin Petersen  |  09.11.2023 - 16:53 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Okkurt kundi verið betri og øðrvísi, og ikki er alt gull, ið glitrar, men at Hermann Oskarsson bara sær vinnulívið sum høvuðstrupulleikan, er ov grunt at halda fast um.

Eg lurtaði eftir Breddanum í morgun og tíðindunum í KVF á miðdegi, tá samrøða var við Herman Oskarsson, búskaparfrøðing. Evnið var vinnulív, politikkur, búskapur, skattur, tilfeingisgjøld o.a.
Hermann segði m.a.: “Øll tann inntøkan, sum hoyrir tilfeinginum til, endar hjá reiðaríunum.”

Merkiligt, at tað stendur eftir sum ein ósvaraður pástandur, tí hetta er ikki rætt, sum hann sigur.

Í 2017 skrivaði Hermann í kjakinum, sum tá var um broytingarnar í tá komandi sjófeingislóg, at “reiðarar í Føroyum eru eitt harkalið av ramastu kraddarum.” Eg gjørdi vart við hesa ófantaligu útsøgnina í almennum kjaki tá, men eg hugsi ikki, at nógv løgdu merki til tað, tí hann fær líkasum fría mikrofon, tá hann er í stødinum, men tað fái eg ikki – men eg tók tað eitt sindur at mær at skula hoyra til ein slíkan bólk, tí eg haldi ikki, at tað passar.

Onkursvegna sær Hermann trupulleikarnar at vera størstar í framleiðsluliðnum. Nú veldst sjálvandi um eygað, sum sær, og oyrað, sum minnist, men KVF átti at spurt hann í dag, hvat hann heldur um hesi tøl frá bara trimum av mongum aktørum í føroysku fiski- og alivinnuni:

Skattur og tilfeingis- og tøkugjøld, bara 3 feløg:
• 2021: kr. 481.243.000
• 2022: kr. 768.077.000
• Í alt: kr. 1.249.320.000 (1,25 milliard krónur í tvey ár)

Havi ikki ómakað mær beint nú at lisið allar hinar almennu roknskapirnar hjá feløgunum, sum gera skip út og reka alivinnu, men samlaðu inntøkurnar hjá landi og kommunum eru nógv, nógv størri enn hesar, sum eru frá bara trimum feløgum.

Eg undrist, at KVF ikki heldur fakta upp móti pástandum, sum Hermann kemur við. Ikki so at skilja, at eg helli til, at ongin skal rinda skatt ella tilfeingisgjøld, men tað hevði tænt lurtarunum, um vit fingu fakta heldur enn politisk og ógrundað gleps, tá Hermann nú aftur er farin at halda fast um, at tey í framleiðsluliðnum eru tey, sum skapa trupulleikarnar, og egentliga eru vit, sum reka skip og alivinnu, "ein skandala fyri føroyskt vinnulív", sum hann eisini segði.

Okkurt kundi verið betri og øðrvísi, og ikki er alt gull, ið glitrar, men at Hermann bara sær vinnulívið sum høvuðstrupulleikan, er ov grunt at halda fast um.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tøkk - Rannvá Hansen
Eldrahugni í Betesda
Dokking og tolling av Smyrli
Gates mælir til broyting í veðurlagsstrí…
Almennur spurningur til samgonguna: Nær…
Hjarnar vitja Norðlýsið
Dalsenni 7.000 pund
Føroyskir badmintonleikarar gera um seg…
Allahalganna messa í Gøtu Kirkju!
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónir­nar…
Minningahald allahalgannadag
Team Klaksvík fær vitjan av VÍF í kvøld
Sanktiónir­nar móti Russlandi byggja ikki…
Innilig konsert við Hans Andrias Jacobse…
Ókeypis bussur til finaluna um løgmansst…
IRF - Rottangatøming í Hvannasundi og No…
Enn ein íbúðarverkætlan á Eiði
Eykasýning av "Friður á Pallinum"
Teitur bjóðar til Jóla­konsert
Bannon: Trump verður forseti í 2028