Lýsing
Lýsing
Lýsing

Dráttur framvegis ósigrað

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  13.11.2023 - 08:12 Ítrottur Tíðindi

Mjølnir, sum byrjaði árið við buldri og braki við sigri á Fleyr, tykist at hava rent seg í mótgongd og hevur nú tapt tríggjar dystir á rað

 

Eftir at Fleyr hevði fingið fyrstaplássið í Føroya-Teledeildini til láns leygardagin við greiðum sigri á Ternuni, vann Dráttur plássið aftur sunnudagin við sannførandi sigri á TB.

Føroya Tele-deildin, kvinnur:

Dráttur – TB 3-0 (25-15, 25-22, 25-16)
Gaman í er lítið runnið av kappingini enn, men sum úrslitini hava verið higartil, verður eingin kløkkur, um Dráttur stendur í FM-finalunum í apríl. Seinast Dráttur var í FM-finalunum, var í 2021, tá tær taptu 17-15 fyri SÍ í gullsettinum í dramatisku og minniligu seinnu FM-finaluni.

Sunnudagin var tó lítil dramatikkur, tá oddasessurin stóð upp á spæl á Giljanesi, og bert í øðrum setti beit TB frá sær og var á odda fyrra helmingin, til Dráttur javnaði til 12-12 og fór framum 18-15. Við fimm stigum á rað fór TB tó framumaftur 20-18, men gleðin var stokkut, tí Dráttur gjørdi teimum kynstrið eftir, og so var Dráttur brádliga frammanfyri 23-20. Settið vann Dráttur 25-22, tá TB smassjaði settbóltin út.

Í fyrsta setti fall avgerðin alt fyri eitt, tá heimaliðið legði seg á odda 12-4, áðrenn settið varð vunnið 25-15. Triðja settið var meinlíkt, hóast TB miðskeiðis í settinum bara var aftanfyri 10-12, men so vann Dráttur aftur fimm stig á rað, og so gekk skjótt upp í 25-16.

Fleyr – Ternan 3-0 (25-10, 25-9, 25-15)
Fleyr fekk oddasessin til láns í eitt samdøgur eftir lættan sigur á Ternuni leygardagin, har tað mest sum var einvegis ferðsla – ikki minst í øðrum setti, har Fleyr legði seg á odda 16-0! Servurnar átti Brynja Jákupsdóttir. Hini bæði settini vann Fleyr lættliga 25-10 og 25-15.

Viðvíkjandi servum kann til stuttleika nevnast, at í U-19 landsdysti ímóti Gibraltar fyrrárið, servaði Janna Falkvard 25 servur á rað, tá Føroyar vunnu 1. sett 25-0!

Næsta styrkiroyndin í landskappingini millum Drátt og Fleyr verður ikki fyrr enn 4. februar. Ta fyrstu vann Dráttur 3-2 fyri einum mánaði síðan. Tó møtast liðini í bólkaspælinum í steypakappingini 6. januar.


SÍ – Mjølnir 3-0 (25-18, 25-20, 25-19)
Eftir annan 3-0 sigurin upp í slag er SÍ so smátt farið at klintra upp eftir stigatalvuni. Mjølnir, sum byrjaði árið við buldri og braki við sigri á Fleyr, tykist hinvegin at hava rent seg í mótgongd og hevur nú tapt tríggjar dystir á rað.

SÍ var væl betri frá byrjan til enda og legði seg tíðliga á odda við nógvum stigum í hvørjum setti, og ongantíð vóru settini í vanda eftir tað. Í Sørvági fegnast tey um at Inga Helena Henriksen var við aftur fyri fyrstu ferð í ár, tí hon styrkir munandi um liðið.   

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…