Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: ki.fo

Sjey KÍ-leikarar hava ikki fingið 2024 avgreitt

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  14.11.2023 - 18:49 Ítrottur Tíðindi

KÍ kann koma at missa eini seks-átta leikarar undan kappingarárinum 2024.

Higatil hava vrið tríggjar leikararflytingar í KÍ til hópin í 2024. Vegard Forren og Óli Ey. Poulsen halda ikki fram, meðan Ari í Haraldsstovu Petersen er komin til. Harafturat hava vit skrivað, at sannlíkt er, at Dan í Soylu skiftir til KÍ frá HB.

Men hvussu nógvir av hinum leikarunum, sum spældu minst 400 minuttir í landskappingini hava ikki sáttmála og hvussu sannlíkt er tað, at teir halda fram?

Tað ljóðar, at Børge Petersen helst heldur fram í KÍ og at Ahmed Latif hevur fingið bjóðað nýggjan sáttmála. Við málverjunum er støðan ógreið, men eftir at Ari í Haralsstovu Petersen er komin til, so má roknast við, at í øllum førum annar málverjin gevst. Mads Bo Mikkelsen hevur havt ætlanir um at fara uttanlands, men Magne Hoseth segði við Norðlýsið fyri nøkrum vikum síðani, at um hann broytti ætlanir, so hevði hann áhuga at gera nýggjan sáttmála við landsliðsleikaran. Mads segði tá sjálvur, at hann var ógreiður um, hvar hann spældi í 2024, men bleiv tað í Føroyum, so bleiv tað í KÍ. Við Luc Kassi og Sivert Gussiås er støðan óviss. Luc Kassi hevur áhuga at halda fram, meðan KÍ-venjarin hevur sagt fyri nøkrum vikum síðani, at tað er møguleiki fyri, at Sivert Gussiås heldur fram. Tá segði Sivert sjálvur, at hann hevði ikki tosað við KÍ enn um 2024. Skuldu vit gitt, so verða tað í minsta lagi seks leikarar, sum ikki halda fram. Sannlíkt er, at áleið eins nógvir koma inn sum tað fara avstað.

 


Eru givnir til 2024:

Vegard Forren

Óli Ey. Poulsen

 


Hava ikki sáttmála (alment)

Nils Jonatan Johansson

Markus O. Pettersen

Børge Petersen

Mads Bo Mikkelsen

Luc Kassi

Ahmed Latif

Sivert Gussiås

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pylsuhugni í miðbýnum
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Theresa vitjar Norðlýsið
Endur­nýtslan er stongd leygar­dagin
Norð­oyastevnucafé í Varpinum
Vælkomin Aksel Bendtsen !
Team Klaksvík er umboðað á U16-landsliðn…
Framsýning við Arnold Vegghamar í Varpin…
Her er startrøðin til kappróðu­rin á Norð…
Norð­oyastevna: Livandi framsýning av før…
VIDEO: Góð mál frá 1/­3 av lands­kappingin…
Magnus Powell hevur nú 50 dystir uttan t…
Omanlop millum Hiplingardal og Góðadal
Tríggir ferðaleiðarar tiknir
Summarskeið í para-judo gevur børnum try…
Posta gevur út nýggj frímerki – frá segl…
Norðstrok: Kom við felagstúr
Aftur í 1956
Fosturforeldra­felagið á ferð: Hvussu fáa…
Grindamanna­felagið fegnast
Lýsing