Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kreppufundur í landsstýrinum - Sortudíki framum Skálafjørð

SKRIVAÐ: Grímur Sundstein, varalimur fyri Fólkaflokkin  |  15.11.2023 - 12:00 Politikkur Tíðindaskriv

Fyri fýra døgum síðani setti KVF eitt fólk í starv. Nú skulu 11 sigast úr starvi ?

 

Landsstýrið hevði týsmorgunin fund um kreppuna í Sortudíki, nú 11 almenn arbeiðspláss skulu sparast ella reinsast út í Sortudíki, eftir at Tjóðveldi mátti lata sín skrivara til embætið.

Í D&V sama kvøld lovaði landsstýriskvinnan í mentamálum at koma KVF til hjálpar umframt at fíggja gildið frameftir, hóast undirskot á fíggjarlógini. Vónandi er hetta átak nóg mikið til at stegða uppsøgnunum í hesum umfari.

Í meðan stríðist privata vinnan at halda hjólunum malandi í bæði mótvindi og mótbrekku orsakað av vinnufíggindaliga politikkinum hjá sosialistisku samgonguni.

10-tals milliónir í mistum inntøkum vegna havnarstongsil, hækkandi tøkugjald og veiðugjald umframt endurrindan av fleiri sjúkradøgum eru bara nøkur av seinastu herferðunum hjá landsstýrinum.

Hóast ávaringarnar longu í mars mánaði so valdi samgongan at trýsta málið um tøkugjald ígjøgnum, væl vitandi at uppskotið fór at ávirka kappingarførið í vinnuni. 

Úrslitið er, at 140 fólk eru uppsøgd á Bakkafrost, men ongin kreppufundur, bert larmandi tøgn úr landsstýri og samgongu við. Stjórin í Hiddenfjord, læt eisini illa at politiska inntrivinum í vikuni. 

Men dagin eftir hóttanirnar um uppsagnir í KVF er landsstýrið tilreiðar at pumpa fleiri ófíggjaðar skattakrónur niður á tóma kistubotnin í Sortudíki.

Nú tølini á botnlinjuni eru vorðin líka reyð sum KVF sjálvt, er greitt, at bæði pengar og Petersen muga upp í leikin, um samgongan skal gera sær nakra vón um at venda gongdini í seinastu veljarakanningini.

Við hetta lag verður lítið og onki eftir av lovaða skattalættanum, tá ið hækkandi egingjaldið til heiligvág, avgjald á bensin og diesel og hækkandi kringvarpgjald skulu endurrindast landskassanum. 

Alt hevur sín prís, eisini sosialistiskur politikkur.

 

Grímur Sundstein, varalimur fyri Fólkaflokkin

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…