Lýsing
Lýsing
Lýsing

Teistin royndarsiglir á Nólsoyar- og Kalsoyarleiðunum í komandi viku

SKRIVAÐ: Strandfaraskip Landsins  |  16.11.2023 - 21:02 Tíðindaskriv

Strandferðslan fer í komandi viku at royndarsigla Teistan á Kalsoyar- og Nólsoyarleiðunum. Endamálið er at meta um, hvussu skipið tekur seg út á farleiðunum og atløgunum í mun til stødd, manøvru og rampur.

 

 

Royndarsiglingin á Nólsoyarleiðini verður mánadagin 20. november og á Kalsoyarleiðini týsdagin 21. november. Veðurforsagnirnar síggja sum er gott út.

Hesar báðar dagarnar verða flytingar gjørdar á farleiðunum, ið verða ávirkaðar. Ternan fer á Sandoyarleiðina fyri Teistan onkran túr, Sam fer á Nólsoyarleiðina fyri Ternuna, og Jósup fer á Hestleiðina.

Orsøkin til royndarsiglingina er, at Strandferðslan mælir til at royna, um Teistin møguliga kann brúkast á aðrari farleið enn Sandoyarleiðini.

Teistin stendur á sølulista á fíggjarlógini, men skipið er rættiliga nýtt í mun til hini skipini hjá Strandferðsluni. Hann varð liðugt bygdur á Mest í 2001. Fyri tíggju árum síðani bleiv orkuverkið umborð skift út.

Kunning um broytingarnar verða at síggja á gula breddanum á www.ssl.fo og umvegis sms-skipanina.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Christopher á Tórsfest 2026
Vikuskráin frá Norðoya Kunningar­stovu
Latið pensjónistar­nar hava frið         …
Undirhúsið fekk klokku
Ávegis, men í skeiva ætt
Veðrið um vikuskiftið
Einar´s Single Malt Whisky - Tóra Sigmun…
Lockheed Martin veitir loftávaringarrada…
Myndarøð: Jólahald hjá KBI
Nú er jólatíð
Mimmy: - Lítla Brekka var eitt paradís
Hetta er politisk vandalisma!
Brúdleyp - Kristina og Osvald
Hjálparvenja­rin hjá KÍ heldur fram
Jólakafé á Skúlatrøð
Jóla­konsert við Silvitni í Mikladals kir…
Jólatræ í Emmaus
Gadus siglir heim
Móttøka og jólahald hjá KBI í dag
Skálafjarðar læknadømi