Lýsing
Lýsing
Lýsing

Á Skúlatrøð við í First Lego League

SKRIVAÐ: skulatrod.fo  |  21.11.2023 - 09:14 Myndarøð Tíðindi

First Lego League er ein kapping innan náttúruvísind, tøkni og nýhugsan fyri 10-16 ára gomul børn.

 

Her kappast tey um at skapa vitan og førleikar. Tey leggja fram nýhugsandi loysnir, kappast í robottdystum á stóra flotta legobananum og hava básar, har tey kappast um at marknaðarføra loysn sína best.

Evnið í ár var Masterpiece.

Liðini skuldu finna eitt ítriv, sum tey síðani skuldu marknaðarføra uppá ein øðrvísi, og nýhugsandi máta. Hugskotini vóru góð. Ramasjang flogbólt, eina lesikafé í Klaksvík og eina skíhøll. Møguliga vera onkur av hesum hugskotunum til veruleika einaferð.

Tað vóru 31 lið meldaði til í ár, og Skúlatrøð átti 3 av teimum. Tey trý liðini, sum umboðaðu okkara skúla, vóru næmingar úr 5.flokki.

Endaliga úrslitið var, at vit fingu 3 nomineringar og eitt 2. pláss steyp í marknaðarføring av skíhøllini. Kappingin var 11.november í skúlanum á Fløtum.

Vinnarin fer víðari til skandinavisku kappingina, sum í ár verður í Danmark.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð