Lýsing
Lýsing
Lýsing

Orkukvøld í Skúlanum við Løgmannabreyt

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  21.11.2023 - 10:38 Tíðindaskriv Vinna

Orkukvøld í Skúlanum við Løgmannabreyt, mikukvøldið 22. November 2023, kl. 19.00

 

 

Orkukvøld er eitt kvøld, sum er ætlað øllum við áhuga fyri bygging, orkunýtslu og framleiðslu. Tankin er, at øll skulu fáa okkurt burturúr, bæði fakfólk og privat fólk.

Vit, sum standa aftanfyri tiltakið, gera hetta av áhuga, og vit vilja birta undir eitt meira breitt og litríkt kjak um bygging í Føroyum.

Sum partur av byggivinnuni í Føroyum seinastu 40 árini, havi eg, Magnus, fingið samband við nógv  fakfólk eins og privatpersónar. Tað eru hesi, sum saman við mær koma at hava framløgur á Orkukvøldinum.

Framløgurnar snúgva seg um, hvussu best er at  byggja, um upphitingarloysnir á marknaðinum og eina varandi orkuframleiðslu. Eisini fara vit at greiða frá veruligum dømum um nýbygging, heildarumvæling og skifti til hitapumpu.

Eitt av okkara endamálum er alla tíðina at kunna tey, ið byggja, um okkara royndir og úrslit á økinum, og skipaðu vit í tí sambandi fyri einum orkukvøldi í Norðurlandahúsinum á heysti í 2019.

Ætlanin var, at talan skuldi vera um afturvendandi tiltak, men orsakað av Corona farsóttini, hevur ikki verið gjørligt at hava næsta tiltakið fyrr enn nú.

Við vónini um, at hetta tiltak kann verða teimum, ið byggja, ein hjálp til, at ikki halda á fram við at gera somu feilir umaftur og umaftur, men heldur gera rætt fyrstu ferð. bjóða vit hervið øllum áhugaðum til  ORKUKVØLD í Skúlanum við Løgmannabreyt, mikukvøldið 22. November 2023, kl. 19.00

 

Tilmelding, ið er neyðug, fer fram á:

 

https://www.billett.fo/orkukvold?TicketId=2086

 

Verið vælkomin

 

Fyriskiparirnir

Magnus Thomsen

Jens Aksel Vestureið Thomsen

Anna Thomsen

Alis Vestureið

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fýra næmingar fingu handað prógv
Blákollubørn samla pening inn til Team R…
Gilli: Føroyskir fótbóltsleikarar eru fo…
Sólvit: Forlíksmentanin manglar í føroys…
Barnaporno og kynslig missnýtslan av bør…
Eysturoya­tunnilin stongdur í løtuni
Evnaríka Anna Lovisa verður við á SF25
Gilli vitjar Norðlýsið
U21 Beinleiðis: Sí Føroyar móti Íslandi…
Thorvald, Filip, Vuk og hinir ímóti Eyst…
Nýtt útoyggjaálit handað lands­stýrismann…
Tað er gott at vera í Stjørnuni
Páll Müller fekk debut
Fyrsta konsertin í etasjuni, Marius Zisk…
Bretska sendikvinnan vitjaði bretsku krí…
Kom og ver við!
Nýggja EB húsið reist
Sólvit vitjar Norðlýsið
Fyrsta pisan á Tøknibreyt­ini fingið húgv…
Børn úr Blákolluni vitja Norðlýsið