Lýsing
Lýsing
Lýsing

Løgmaður hitt indiska uttanríkisráðharran

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  21.11.2023 - 20:06 Tíðindaskriv

Í hesum døgum vitjar løgmaður í India í samband við stóru ráðstevnuna India Nordic Baltic Business Conclave. Harumframt hevur løgmaður eina røð av fundum.

 

Í dag hevur løgmaður havt fund við indiska uttanríkismálaráðharran Dr. S. Jaishankar. Á fundinum umrøddu teir, hvussu Føroyar og India kunnu styrkja samstarvið, serliga innan fiskivinnu, alivinnu og KT. Indar vísa stóran áhuga fyri føroyskari fiski- og alivinnu, sum er millum tær fremstu í heiminum.

Í morgin skal løgmaður hitta indiska handilsráðharran Piyush Goyal. Tá verður umrøtt, hvussu Føroyar og India kunnu styrkja um handilssambondini. Harumframt fer løgmaður at hitta stjóran í indiska Vinnuhúsinum.

"Ferðin er fyrsta stóra stigið á leiðini at knýta sambond og finna samstarvsmøguleikar saman við India. Hóast risavaksin munur er millum londini, eru greiðar samanrenningar innan økir sum fiskivinnu, alivinnu og KT. Indar vísa stóran áhuga fyri okkara vitan og kunnleika á hesum økjum." Aksel V. Johannesen, løgmaður
Løgmaður høvuðsrøðari á stórari ráðstevnu

Løgmaður er høvuðsrøðari á ráðstevnuni India Nordic Baltic Business Conclave og skal flyta fram røðu  í samband við setanina mikudagin fyrrapart. Luttakarar á ráðstevnuni eru politikarar, fyritøkur og vinnuumboð úr India, norðurlondum og baltisku londunum.

 

Umboð frá føroysku vinnuni við á ferðini

Løgmansskrivstovan og Vinnuhúsið hava í felag lagt til rættis vinnuferðina. Umframt løgmann luttaka samanlagt 9 umboð úr føroysku vinnuni. Endamálið við vinnuferðini er at knýta sambond millum føroyskt og indiskt vinnulív, innan eitt nú fiskivinnu, alivinnu og KT.

Ferðalagið leggur leiðina heim aftur til Føroyar leygardagin.

 

Samanlagt 9 umboð úr føroysku vinnuni eru við á ferðini í India.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…