Lýsing
Lýsing

Eitt valdømi gjørt økjunum norðanfyri stóran skaða

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.11.2023 - 15:25 Leiðarin Politikkur

Tá ið eitt valdømi varð skotið upp í 2007, vóru tað mong kring landið, serliga í útjaðaraøkjunum, ið staðiliga ávaraðu. Við einum valdømi fekk centraliseringin fríar ræsur, og útjaðarin varð fyri vanbýti. “Tvass, tað man ikki fara at ganga so illa” og “Tit mála hin grábeinta á veggin” vóru aftursvarini úr Havn. Men nú 16 ár seinni er sjón fyri søgn.

 

 

Nýliga var borgarstjórin í Runavíkar Kommunu í Kringvarpinum og kærdi sína neyð um, at infrakervið í Eysturoynni hevur lægstu, um yvirhøvur nakra, raðfesting hjá landsmyndugleikunum. Sum dømi nevnir hann Oyndarfjarðarvegin og Funningsfjarðarvegin í Eysturoy, sum ikki eru í forsvarligum standi. Men vónirnar fyri, at nakar fer at lurta, eru sera smáar – tí Eysturoyggin hevur bert eittans umboð í samgonguni, og tað umboðið er varafólk.

Eysturoyggin, sum eftir gomlu valskipanini hevði minst 5 løgtingsfólk, endaði niðri á 3 tingfólkum eftir valið í fjør, og telvingin aftaná valið gjørdi, at øll tey trý (Magnus Rasmussen og Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum og Bárður á Lakjuni úr Fólkaflokkinum) endaðu í andstøðu. Síðani hava Árni M. Dam av Norðskála og seinni Hanna Jensen úr Gøtu verið inni sum varafólk fyri Framsókn. Rætt skal vera rætt.

Ein av døpru spádómunum av avleiðingunum fyri eitt valdømi var, at politikararnir fyrst og fremst fóru at leska teimum borgarunum, sum eru búsitandi í Tórshavn og Suðurstreymoy annars, tí har vóru flestar atkvøður at fáa. Tann spádómurin vísti seg at vera sannari enn amen í kirkjuni. Í somu fíggjarlóg, har ikki so frægt sum ein moli er til infrakervi í Eysturoy, stendur ein ítróttarhøll í Hoyvík til at fáa 30 milliónir frá Løgtinginum, harav 10 teirra í 2024.

Sjúkrahúsið í Havn hevur fingið 43,7 milliónir eyka (!) játtaðar við 2. viðgerð, og hóast søgur ganga um, at fleiri eykajáttanir liggja uppá lúr, fer Løgtingið ivaleyst kortini at játta tær 43,7 milliónirnar. Atkvøður standa jú uppá spæl. Hartil eru politikararnir, sum dyrgja í Havn, í holt við at játta 200 milliónir til leikhús á Bursatanga, hagar 6 milliónir fara í 2024 og 20 mió. tilsamans í 2025-26. Játtanin skal hareftir økjast nógv árini 2026 (tá næsta val verður) og fram til 2031.

Við verandi kørmum – Norðurlandahúsinum og eftirhondini mongu mentanarhúsunum kring landið – er als ikki neyðugt við einum dýrum leikhúsi afturat í Havn. Men fyri at vinna eitt val er neyðugt at vera væl við miðstaðarøkið, og tí verður gjarað út har, hóast vit ikki hava ráð.

Somuleiðis hevur hetta Landsstýrið ført ein fiskivinnupolitikk, har virksemi í útjaðaranum verður ofrað á symbolpolitiska altarinum. Havnarstongsulin hevur serliga rakt Eysturoynna meint, bæði kommunalu havnirnar og privatar veitarar. Tað er okkara vón, at hann verður strikaður frá 1. januar av, gjarna sum partur av fiskiveiðiavtaluni. Men gevur tað atkvøður í Havn?

Sostatt hevur borgarstjórin í Runavík púra rætt í, at eitt valdømi hevur verið útjaðaranum til stóran skaða. Tað kunnu politikarar í Suðurstreymoy vera líkaglaðir við, og tað eru teir eisini, men ovurhonds dýra valagnið í Havn er sanniliga eisini øllum føroyska búskapinum til alstóran ampa. Hvussu nógvar hundraðtals milliónir høvdu vit ikki havt til at gjørt gott við, um tað ikki var fyri stóru byggigølurnar í Havn seinastu 10 árini, til dømis?

Tað hevði verið bæði áhugavert og tiltrongt, um okkara búskaparfrøðingar fingust at hyggja at almennum oyðsli til valagn í Havn heldur enn útilokandi at berjast fyri hægri gjøldum á vinnulívið í útjaðaranum. Men tað hendir ikki, tí flestu búskaparfrøðingarnir búgva í … ja, git.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…
TARIRA konsert í Varpinum
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Tunga ferðslan darvað av kommununi
Randi á Bergi í starv hjá Blueberry Avia…
Watch Me I'm Free
Teitur spælir Poetry and Aeroplanes á G!
Nýggir kavarar fingið prógv
Takk fyri sýnda samkenslu
Dávið Ryan ætlar at gerast altjóða flogb…