Kular og knáar KÍ kvinnur
er heitið á krabbabók, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám løgdu fram í dag. Tað var ikki hissini evni, sum rithøvundurin Páll Holm Johannesen hevði valt, nevniliga ótrúligu KÍ kvinnurnar.
Marjun Ziskason frá Námi legði fyri á hátíðarhaldinum og greiddi millum annað frá endamálinum við krabbabókunum, tær eru lættar at lesa. Dentur er lagdur á ta góðu søguna og eru ætlaðar til yngra ættarliðið at menna lesiførleikan.
Páll Holm Johannesen greiddi síðani frá hugskotinum um eina krabbabók um KÍ kvinnurnar. Hann nevndi, at hann vildi geva teim ungu nakað at lesa, ið var teimum viðkomandi. Nógv av lesitilfarinum, sum tey ungu í dag lesa er um útlendsk viðurskifti, og tað helt Páll ikki, at vit skuldu vera nøgd við.
Solby Christiansdóttir hevði síðani eitt stutt prát við høvundan Páll Holm Johannesen har Páll greiddi frá síni tilgongd til avrikið. Síðani forvitnisligt prát við “The Grand Old Lady” Sigrid Andreassen og harnæst prát við Sannu Svarvadal og ímyndina av KÍ kvinnunum, Rannvá B. Andreassen.
Bókin Kular og knáar KÌ-Kvinnur fæst í bókabúðunum fyri 200 kr. - Umframt at bókin er prýdd við sera nógvum myndum er eisini hópin av viðkomandi smásøgum til lesaran.