Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: ki.fo

Jonn væntast at blíva klárur

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  24.11.2023 - 13:37 Ítrottur Tíðindi

Jonn Johannessen hevur ikki spælt nógv síðstu árini vegna skaðar, men nú røkist fyri, at hann verður klárur aftur.

KÍ skrivar:

Hann hevur verið sera nógv skaðaplágaður, men er nú við at vera klárur og er okkara til og við kappingarárið 2025.

Tað er við gleði at vit kunnu kunngera at okkara egni Jonn Johannessen hevur longt við felagið í 2 ár. 

Hann hevur ikki verið nógv at sæð síðsta árið vegna drúgvan skaða! Í heyst varð hann skurðviðgjørdur og er nú undir uppvenjing og letur væl at!

Vit vænta og vóna, at hann verður ein virðismikil partur og liðnum tá kappingin byrjar aftur komandi vár. 

Hóast sín unga aldur hevur hann drúgvar royndir í altjóðadystum bæði á U21-landsliðnum og í UEFA-dystum hjá KÍ.

Vit gleðast um longda sáttmalan og at síggja teg á vøllinum aftur skjótt góði Jonn. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Christopher á Tórsfest 2026
Vikuskráin frá Norðoya Kunningar­stovu
Latið pensjónistar­nar hava frið         …
Undirhúsið fekk klokku
Ávegis, men í skeiva ætt
Veðrið um vikuskiftið
Einar´s Single Malt Whisky - Tóra Sigmun…
Lockheed Martin veitir loftávaringarrada…
Myndarøð: Jólahald hjá KBI
Nú er jólatíð
Mimmy: - Lítla Brekka var eitt paradís
Hetta er politisk vandalisma!
Brúdleyp - Kristina og Osvald
Hjálparvenja­rin hjá KÍ heldur fram
Jólakafé á Skúlatrøð
Jóla­konsert við Silvitni í Mikladals kir…
Jólatræ í Emmaus
Gadus siglir heim
Móttøka og jólahald hjá KBI í dag
Skálafjarðar læknadømi