Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Loysing, hjartamál ella skilamál? 

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  24.11.2023 - 14:32 Bloggur Politikkur

Ein veljarakanning vísur, at umleið helvtin av teimum spurdu ynskja eina fullveldisloysn fyri Føroyar. Hettar er ein avgerð, bara føroyingar sjálvir kunnu taka, og um løgtingið samtykkir eina nýggja stjórnarskipanarlóg (føroyska grundlóg), so verða Føroyar samstundis eitt fullveldi beinanvegin. 

 

Herfyri kvettu Bretar sambandið við Evropa við tí sonevnda Brexit. Viðgongdir politikarar og boulevardpressan lovaðu bretum gull og grønar skógir, um tey bara smoygdu evropeisku fjøtrarnar burturav sær. EU og fremmand arbeiðsmegi vóru rótin til alla elendigheit og skeivleikar í Sameinda Kongaríkinum, søgdu tey ið vóru fyri Brexit. Tey vóru samstundis vís i, at gamla heimsveldið Bretland lættliga kundi finna sær marknaðir um allan heim, og at tær 60 milliónirnar av bretum saktans kundu seta teimum 450 milliónunum av evropearum allar treytirnar fyri einum nýggjum samstarvi. 


Men, tað gekk ikki, sum tey bjartskygnu loysingarfólkini høvdu lovað, og tíðin hevur víst at nógv av lyftum teirra, fyri ikki at siga øll, vóru følsk, bygd á nationalromantiskar stórheits- og ynskidreymar. Veljarnir tóku støðu við hjartanum og ikki við heilanum. Tey tóku støðu til framtíð Bretlands við støði í væntandi ella falskari kunning (russar áttu ein stóran leiklut í følsku kunningini!). Støðan er nú hon, at í pørtum av Bretlandi valdar størri fátækadømi enn í fátækstu londunum í Evropa! Vinnan og tey ungu, eins og skotar ynsktu at vera verðandi í EU, og gera tað framvegis. Men, øsingin við falskari ella misvísandi kunning vann! 

Nú ber sjálvandi ikki til beinleiðis at samanbera eina føroyska loysing við Brexit, og hettar verður ikki skrivað sum partur av einum kjaki fyri ella ímóti loysing - tann avgerðin liggur, sum longu nevnt, hjá føroyingum sjálvum. MEN, tað er umráðandi at avgerðin verður tikin á einum upplýstum grundarlagi, at fyrimunir og vansar við loysing verða lýstir út í odd og egg. Tað dugir ikki bara at rópa, sum teir gomlu: ”kubba á stokkinum!”, og so at taka fylgjurnar aftaná. 

Undirritaði hevur enn ongantíð sæð eina nágreiniliga viðgerð av av møguligu fylgjunum av eini loysing! Kanska er tað best hugsandi loysnin fyri Føroyar? Møguliga fer loysing at leiða føroyska samfelagið í langtíðar óføri – hvør veit? 

Eg eri hvørki økonomur, politologur ella sosiologur, og tí kanska ikki hin rætti at seta teir røttu spurningarnar hesum við víkjandi. Men, hvussu hava tey hugsa sær ein føroyskan valuta?  Hvør fer at hava álit á føroysku krónuni, sum er tengd afturat einum so viðkvomum búskapi, sum tí føroyska? Noreg og Svøríki, fyri iki at tala um Ísland hava sínar trupuleikar. Í løtuni eru Føroyar tryggjar av donsku krónuni, sum ein beinleiðis tengd afturat evruni. 

Hvussu skulu vit skipa eina trýtengda rættarskipan við óheftum dómarum? Kunnu vit útbúgva og reka eitt løgreglulið til tey høgt kompliseraðu, spesialiseraðu og tekniski málini, ið stundum stinga seg upp? Trýss túsund menniskju kunnu aldrin manna eitt sjúkrahúsverk við teimum læknaligu sergreinum, ið nútíðin krevur - hvør skal syrgja fyri tí? Hvussu við verjuni? Um vit skulu hava umboðsstovur um allan heim, so vera vit ikki bótarfør ella hvussu? Hvør skal gjalda fyri hægri útbúgvinga,r ið ikki finnast í Føroyum. Tað eru ótalligir spurningar afturat at seta, sum bara tey, ið hava serkunnleika á økinum kunnu seta. 

Tað er onki at ivast í, at sum støðan er beint nú, kunnu føroyingar taka fullveldi og fáa eitt slag av virkandi samfelaga burturúr. Men, tað skaðir ongan at vera væl fyrireikað. Eitt framkomið samfelag eigur at greina og kunna og ikki bara at leypa túgvu av túgvu. 

Grundtvig og mong í hansara samtíð ræddust fólkaræðið, tí fólkið var ”óupplýst”. Av somu orsøk stovnaðu tey háskúlarnar fyri at upplýsa og at gera fólkið búgvið til eitt komandi fólkaræði. Fjøldin í Føroyum er mangar, mangar ferðir betri ”upplýst” enn pøbilin tá á døgum, men kanska er kortini brúk fyri einum fullveldisskúla, ella fullveldisskeiðvirksemi, fyri at gera veljarar búnar til at taka støði fyri ella ímóti hesum stórmáli – ikki fullveldis- ella sambandspropagandaskeið , men fakliga og sakliga greining og kunning! 

Og at enda Bretska stjórnin var vís í at hon kundi diktera allar treytirnar fyri Brexit og skiftistíðini aftaná, men so var ikki. Føroyingar eiga ikki at taka tað sum eina sjálvfylgju, at tit kunnu seta allar treytirnar í samband við loysing og skiftistíð! 
Nógvar stórar og dýrar avgerðir hava verið avgreiddar á einum tunnum og skrumblaðum grundarlagið. Framtíð Føroya er alt ov dýrabær til, at fáa eina slíka viðgerð. Nationalromantikkur mettar ongar munnar, ei heldur dreymurin um samband við eitt Danmark, sum flestu sambandsfólk innast inni forakta. 

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Myndir fra framsýningini
Saman eru vit sterk
Várdagur í SMS
Okkara framtíðar Klaksvík
Spæla fólk í húsi
Kappróðrarsending á Rás 2
Eginumsorgan sum fyribyrging
Diplom fyri luttøku
Staðfest: Jákup B. Andreasen hevur brot…
KÍ vann við Margáir í kvøld: Myndarøð
KÍ helt nullið og fekk trý stig
Minningarorð um Mikkjal Mikkelsen
Størri nøgdir til endur­vinn­ingar í 2023
VIDEO: Hanus á Gørðum - fráfaringarpræd…
Morgunsangur mikumorgunin 1. mai kl. 10
Danny verður við á Summar Festivalinum
Skannarin komin á Klaksvíkar Sjúkra­hús
Espen Haug er royndari venjari
Solveig Hanusardóttir Olsen nýggjur stjó…
Hugnakvøld í Amarant í samband við Virki…