Veðrið um vikuskiftið
Eftir nakrar dagar við nógvum vindi, fara vit at hava betri veður í vikuskiftinum og fyrstu dagarnar í næstu viku.
Í dag hevur hann aftur ligið av útnyrðingi, og vindferðin hevur verið 8 til 13 m/s í miðal fyri landið. Skýloftið skiftandi við tjúkkum bøklum við ælaveðri, men eisini hava løtur verið við bláari luft og sólglottum. Tó hevur tað verið sera ymiskt, hvussu hetta hevur fordeilt seg kring landið.
Í dag og í kvøld er vindurin í minking. Á midnátt eru vit komin niður í 5 til 10 m/s. Í nátt og morgin ári fer ættin niður í vestan, meðan vindferðin minkar niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s. Skýloftið enn skiftandi, men tað verður meira og meira grátt yvir alt landið í morgin og yvirhøvur turt.
Hitin í morgin fer at liggja um 2 til 7 stig.
Sunnudagin er eitt sindur meira vindur, 3 til 8 m/s. Ættin fer upp í útnyrðing aftur, so norðan og seinnapartin landnyrðing. Skýloftið verður skiftandi, turt fyrrapartin, men út á seinnapartin – eftir at ættin er farin í landnyrðing – fáa vit ælaveður við vátakava ella kava. Mánanáttina gongur hann niður í eystan, tað verður smáskýggjað og yvirhøvur turt.
Hitin fer at liggja um 3 til 8 stig.
Gott vikuskifti!