Lýsing
Lýsing
Lýsing

Betri og burðardyggari siglingarruta til og frá Føroyum - munandi broytingar í rutukervinum hjá Faroe Ship

SKRIVAÐ: Faroe Ship  |  24.11.2023 - 17:40 Tíðindaskriv Vinna

Nýggja siglingarætlanin er løgd til rættis soleiðis, at hon er klár til tey alsamt vaksandi umhvørviskrøvini, sum verða sett shippingvinnuni. Við nýggja rutunetinum verða færri míl sigldar, og skipini fara at hava styttri tíð við bryggju, og fer hetta at minka um útlát og kostnað.

 

 

Saman við longu gjørdum tillagingum í siglingarætlanini er málið hetta:

·       samlaða talið av sigldum míl minkar við á leið 40.000 míl ella 5%

·       samanborið við 2022 minkar oljunýtslan 11,000 tons ella 14% 

·       talið av bingjuskipum verður minkað við einum, soleiðis at samlaða talið nú verður 11.

 

Fyri føroysku kundarnar verða broytingarnar serliga beinleiðis samband vikuliga úr Immingham í Onglandi, Bremerhaven í Týsklandi og aðruhvørja viku beinleiðis úr Frederiksstad í Noregi.

 

IMO (International Maritime Organization) hevur sett í verk nýtt regluverk, sum avmarkar loyvda útlátið, sokallaða CII (Carbon Intensity Index). Harafturat verða krøvini frá ES alsamt strangari, og broytingin í siglingarætlanini er ein liður í at ganga nýggju krøvunum á møti.

 

Faroe Ship fegnast um nýggju siglingarætlanina, sum fer geva føroysku vinnuni nýggjar og spennandi møguleikar. Bogi P. Nielsen, stjóri, sigur, at við broytingunum fer Faroe Ship at kunna geva kundum sínum eina enn betri tænastu, samstundis sum hon eisini er eitt stig á vegnum á náa tey umhvørvismál, sum Faroe Ship hevur sett sær.

 

Nýggja siglingarætlanin verður sett í verk fyrsta ársfjórðing 2024.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…