Lýsing
Lýsing
Lýsing
Leiðin hjá Dagur B. Eggertsson, borgarstjóri í Reykjavík lá beinleiðis til Klaksvíkar, har ynski teirra var at síggja tað nýggja stásiliga Varpið | Mynd: Dávur Winther

Borgarstjórin í Reykjavík heilsar uppá borgarstjóran í Klaksvík

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  24.11.2023 - 22:07 Mentan Myndarøð Tíðindi

Dagur B. Eggertsson, borgarstjóri í Reykjavík og kona hansara komu til Føroya í dag seinnapartin. Leiðin lá beinleiðis til Klaksvíkar, har ynski teirra var at síggja tað nýggja stásiliga Varpið.

Borgarstjórin, Karl H. Johansen tók ímóti lítla ferðaliðnum, sum eisini taldi íslendska aðalkonsulin í Føroyum, Ágústu Gísladóttir. Farið varð í hvønn krók i Varpinum, har eisini var riggað til eina jólaveitslu í kjallaranum og til leikin, Onki hjá Tjóðpalli Føroya, sum verður leiktur koamndi sunnudag - so tey sóu húsið í brúk eisini. Jú, tey hildu hetta var eitt væla hús til ein bý við 5.000 innbyggjarum.

Stórhøllin hugtók tey, sum so mangt annað. Ósbjørn Jacobsen, ið tey kenna frá Harpuni í Íslandi, fekk nøkur vinarlig orð á vegnum.

Tey fegnaðust um, at  “teirra“ Jógvan hjá Mostir skuldi spæla í hesum spennandi húsi, sum hevur so nógvar møguleikar.

Síðani varð farið oman í kappróðrarneystið, har Sojna Kjølbro tók í móti og vísti húsið fram og fortaldi nógvar søgur um bátarnar, og hvussu kappingarnar annars eru skipaðar.

So fóru vit uppá loftið, har Edvard Fuglø saman við kappróðrarfólkunum hevur tikið sundur elsta bátin hjá felagnum, sum Niclas í Koltri hevur smíðað. Edward hevur so snarað og sett hann saman til eitt serligt listarverk, hann kallar Fípan Fagra. Hetta er jú ein søgn úr kvæðunum, ið verður bjargað í frælsi av einum dreka.

Jan Joensen hjálpur til við at fáa allar teir mongu lutirnar upp at  hanga eftir ávísing frá Edwardi

Hetta serstaka listaverkið, sum prýðir allan tann langa og stóra miðveggin, verður avdúkað á samkomu komandi leygardag.

Úr kappróðrarneystinum lá leiðin til Nólsoyar Páll garðin og Archibald Black, har vit eisini fingu ein góðan bita – ein jólaborðisk frá Fríðu.

Søgurnar vóru nógvar, maturin góður og prát gott – “þetta er mjög gott“, segði Dagur aftur og aftur, og konan, Arna Dögg Einarsdóttir tók undir. Tey eru bæði læknar, hon yvirlækni á Palliativu eindini á Landspítalinum. Dagur hevur fyrr arbeitt á Bráðfeingis eindini.

Frá 1995 til 1998 arbeiddi Dagur á Íslendska sjónvarpinum, Channel 1, har hann gjørdi ymsar sendingar. Hann er eisini rithøvundur við 3-binds biografiini um fyrrverandi forsætisráðharran, Steingrímur Hermannsson. Hetta verkið arbeiddi hann við frá 1998 til 2000.

Dagur bleiv á fyrsta sinni valdur í býráðið í Reykjavík í mai 2002, og hevur sitið har síðani í ymiskum skiftum til hann í 2014 sum fremsta valevnið hjá Javnarflokkinum 16. juni 2014 gjørdist borgarstjóri í Reykjavík.

Tey takkaðu hjartaliga fyri ferðina, sum var teirra fyrsta í Klaksvík. Tey fegnaðust um henda spennandi bý og miðbýin, sum hevði so nógv at bjóða.

Yvirskipaða málið við Føroya ferðini er at tendra jólatræið á Vaglinum í Tórshavn saman við Heðin Mortensen, bogarstjóra í morgin, leygardagin. Hetta træið hevur Dagur, borgarstjóri sjálvur høgt niður í einum skógi nærhendis Reykjavík og sent til vinarbýin Tórshavn.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…