Lýsing
Lýsing
Lýsing

Samstarva um at basa innræsnu plantunum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  25.11.2023 - 07:50 Tíðindaskriv

Vit mugu standa saman og taka felags tøk, so innræsin plantusløg ikki taka yvir føroysku náttúruna. Hetta var niðurstøðan á tiltakinum Øra Skøra, sum Náttúrunetverkið við Runavíkar kommunu á odda skipaði fyri í síðstu viku.

 

 

Nógv eldhugað fólk vóru møtt í Løkshøll mikukvøldið í síðstu viku at viðgera trupulleikarnar við innræsnum plantum, sum gera um seg í føroysku náttúruni. Sum dømi um slíkar innræsnar plantur kunnu nevnast garðaskøran, sponsk hindber og blóðdroparunnur, vælkend undir navninum fuchsia. Ein nýggj altjóða frágreiðing vísir nevniliga, at innræsnar plantur eru orsøk til størsta partin av minkingini í náttúrufjølbroytni, og tí fegnast fyriskipararnir um stóra áhuganum fyri at basa plantunum her heima.

Tiltakið byrjaði við, at serfrøðingar greiddu frá, hvat innræsin plantusløg eru, hvussu arbeitt verður við hesum í Føroyum, um hvussu einstaklingar kunnu fyribyrgja og týna plantunum í nærumhvørvinum. Síðani var pallborðskjak við Kolbrún í Haraldsstovu, plantufrøðingi, Búgva Róin, gartnara, Peturi Hansen, býráðslimi úr Runavíkar kommunu og Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum. Sigrid J. Dalsgaard stýrdi orðaskiftinum, og vóru øll á einum máli um, at neyðugt er at samstarva fyri at røkka málinum. Nevnt varð eisini, at felags tøk eru neyðug, so ein og ein kommuna ikki noyðist at brúka orku uppá at finna egnar loysnir.

Fleiri spurningar og viðmerkingar vóru úr salinum, og millum annað var skotið upp, at vit eiga at skipa fyri einum árligum ruddingardegi, har øll fara út at týna innræsin plantusløg, umframt at kunning um fyribyrging og týning eigur at verða borin í húsini. Pallborðið tók væl ímóti hugskotunum.

Hetta almenna tiltakið hjá Náttúrunetverkinum var tað síðsta hjá Runavíkar kommunu á hesum sinni. Tórshavnar kommuna tekur nú við stafettini og kemur at leiða Náttúrunetverkið komandi árið.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…