Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tilvildarlig mynd

Undirskriftainnsavnan: Mótmæli viðvíkjandi avtøku av sjómannafrádráttinum og uttanlandsfrádráttinum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  25.11.2023 - 11:44 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Í skrivandi løtu hava 567 sett sína undirskrift á mótmælisskrivið

 

 

- Føroyskir fiskimenn og sjómenn við føroyskum og útlendskum skipum og arbeiðsfólk uttanlands

Vit føroyskir fiskimenn, sjómenn, handverkarar, sjúkrasystrar o.o, sum arbeiða uttanlands, og føroyskir fiskimenn við føroyskum skipum, skulu nú hava ein skattasmekk og revsast av landsins politisku myndugleikum. Okkara útlendsku starvsfelagaðar eru harafturímóti so nógv virdir, at teir ístaðin fáa enn hægri inntøkufrádrátt og gjalda væl lægri skatt.

Vit skulu til at gjalda fyri ovurnýtslu og minka um hallið hjá landskassanum í bestu tíðum. Vit skulu til at fylla í landskassan við 54 mió. kr. og spaðja til eina løgtingsfíggjarlóg, sum javnvigar við heili 7 milliardum kr. árliga til rakstur og íløgur.

Hetta er ikki rímuligt og rættvíst, tá hugsað verður um, at vit skapa inntøkur fyri 1 milliard kr. til føroyska samfelagið árliga - og at vit gjalda skatt, avgjøld o.a., eins og øll onnur í samfelagnum. Munurin er, at vit hava valt eitt starv í útlandinum ella á einum útlendskum arbeiðsplássi, m.a. tí, at hesi arbeiðspláss ikki finnast í Føroyum ella tí, at løn og arbeiðstreytir eru munandi betri enn í Føroyum.

Uttanlandsfrádrátturin og samdøgurfrádrátturin kompenserar ella vigar upp ímóti, at vit eru nógv burtur frá familju, ferðaútreiðslur, hotel o.a.

Vit starvast á einum altjóða arbeiðsmarknaði og ætlar samgongan og landsstýrið at forverra okkara lønar- og arbeiðsumstøður, ja so verða tað heilt vist fleiri, sum velja at flyta úr Føroyum - tá verður lítið vunni hjá landinum og tær 54 mió. kr. aftur mistar í skatta- og avgjaldsinntøkum.

Vit høvdu sett stóran prís upp á, um tú hevði viljað stuðla okkum við einari undirskrift at mótmæla tí ætlan - um avtøku av uttanlandsfrádráttinum, sjómannafrádráttinum og samdøgurfrádráttinum - sum samgongan og landsstýrið arbeiða við at seta í verk ímóti okkum, sum arbeiða og virka uttanlands, og sum arbeiða á sjónum undir Føroyum.

Skrivað undir her

 

Føroya Skipara- og Navigatørfelag

Føroya Fiskimannafelag

Føroyskir fiskimenn uttanlands, FFU

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…