Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Eyðstein Zachariassen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  27.11.2023 - 08:53 Tíðindi Veðrið

Heilt hampuligt veður er í morgun, vindferðin 3- 8 m/s, og ættin er um eystan. Skýloftið er skiftandi, og tað er nokkso ymiskt, hvussu tað er við avfalli – helvt um helvt turt ella ælaveður. Hitin í morgun er komin upp í 4 stig. Við smáum broyting fer veðrið at líkjast hesum nokkso nógv alla vikuna.

Í fyrru helvt av vikuni fara vit at liggja undir einum hátrýstryggi, sum sum hevur stungið seg úr einum hátrýsti yvir Barentshavinum suður ímóti okkum. Seinna partin av vikuni fara vit at liggja ímillum hátrýstøkið í Eysturgrønlandi og lágtrýstøkið í Norður- og Miðevropa.    

Men aftur til veðrið hesa vikuni.

Ættin fer at liggja um eystan allan dag, men vindurin fer at minka eitt sindur, niður í eitt lítið lot, minni enn 4 m/s. Avfallið sum í morgun – t.e. stuttar løtur við regni. Ælaveður.

Í morgin kann væntast sama veður sum í dag.

Mikudagin fer vindurin at veksa eitt sindur. Seinnapartin upp í 8 til 13 m/s, og ættin fer upp í landnyrðing. Eisini skiftandi skýloft og ælaveður tann dagin. Hitin fer at liggja um 2 til 7 stig.

Fríggjadagin verður minni vindur enn dagin fyri – 5 til 10 m/s av landnyrðingi, saman við skiftandi skýlofti og ælaveðri, og hitin fer aftur at liggja millum 2 og 7 stig.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…
Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu og gey…
Gadus: Alt í land og alt til matna
Heimleysa músin
Í Skotlandi stuðla myndugleikar­nir alivi…