Lýsing
Lýsing
Lýsing

Avgjørdu dystin við góðum endaspurti

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  28.11.2023 - 22:12 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Kravið til Stjørnuna var ein sigur ímóti EB í dysti í steypakappingini í KÍhøllin í kvøld. Við einum góðum endaspurti eydnaðist tað eisini Stjørnuni at vinna dystin 32-28, eftir hálvleiksstøuna 15-11 til EB.                                                           

EB fekk ta betru byrjanina uppá dystinum, spælið hjá teimum gekk nógv betur, og verjan hjá Stjørnuni hevði stóran part av fyrra hálvleiki trpult við at steðga langskjúttunum hjá EB. Spælið hjá Stjørnuni var merkt av nógvum mistøkum og misnýttum málmøguleikum. Tá leiktir vóru 19 min., hevði EB eina leiðslu uppá 13-7. Tað eydnaðist Stjørnuni tó at minka nakað um munin, áðrenn farið varð til hálvleiks, soleiðis at hálvleiksstøðan gjørdist 15-11 til gestirnar.                                                                                                                                                  

Stjørnan fekk eina góðar byrjan uppá seinna hálvleik, tá seinni hálvleikur var 4 min. gamal, var leiðslan hjá EB minkað til eitt mál, støðan var tá 15-16 til EB. Næstu løtuna skiftust liðini um at skora, tó var tað EB sum hevði munin. Tá sjey min. vóru eftir at leika javnaði Stjørnan til 25-25, og rættiligur spenningur kom í dystinum. Tað gekk bert lítil løta, so hevði Stjørnan tikið leiðsluna, og kundu fara av vøllinum sum vinnara, við einum sigri uppá 32-28.                                                                                                                                                              

Við sigrinum heldur Stjørnan lív í møguleikunum at koma víðari steypakappingini.

Málini hjá Stjørnuni skutu: Durita L. Johansen 8, Savica Mrikjk 7, Sonja S. á Bergi 6, Sarah Berthou 4, Jancy H. Poulsen 2, Miriam Bethuelsdóttir 2 og Iulia Nalvika 2.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Christopher á Tórsfest 2026
Vikuskráin frá Norðoya Kunningar­stovu
Latið pensjónistar­nar hava frið         …
Undirhúsið fekk klokku
Ávegis, men í skeiva ætt
Veðrið um vikuskiftið
Einar´s Single Malt Whisky - Tóra Sigmun…
Lockheed Martin veitir loftávaringarrada…
Myndarøð: Jólahald hjá KBI
Nú er jólatíð
Mimmy: - Lítla Brekka var eitt paradís
Hetta er politisk vandalisma!
Brúdleyp - Kristina og Osvald
Hjálparvenja­rin hjá KÍ heldur fram
Jólakafé á Skúlatrøð
Jóla­konsert við Silvitni í Mikladals kir…
Jólatræ í Emmaus
Gadus siglir heim
Móttøka og jólahald hjá KBI í dag
Skálafjarðar læknadømi