Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jógvan Arge signerar í ALFA fríggjadagin kl. 16.00

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  29.11.2023 - 19:11 Tíðindi Vinna

Jógvan Arge fer at signera nýggjastu bókina hjá sær við heitinum “Tey fóru til Íslands”. Bókin er tann 9. bókin í røðini - Mín krýnika - eftir Jógvan Arge. Ein fjølbroytt bók, sum mest sigur frá fiskivinnu og útróðri í Føroyum og Íslandi, frá 1870unum og til okkara dagar.

Eisini tekur Jógvan Arge í aftur húsagangin í 1992, ið eisini varð viðgjørdur í Mín krýnika 8. Marita Petersen sigur frá upplivingini at taka við sum løgmaður í einum trotabúgvi, sum danska stjórnin umsat. Eilif Samuelsen, Jógvan I. Olsen og Óli Jacobsen greiða frá sínum royndum í svárastu kreppu, ið hevur rakt Føroyar.

Men høvuðsdenturin í nýggjastu bókini er samstarvið millum Føroyar og Ísland. Eitt samstarv, ið báðir partar hava fingið nógv burturúr, og lært nógv av. 

Føroyski fiskiskapurin í Íslandi tók seg upp, stutt eftir at einahandilin var niðurlagdur í 1856. Bókin lýsir tíðarskeiðið, við frásagnum frá bæði kvinnum og monnum. 

Umstøðurnar broyttust hjá føroyska fiskiskapinum, tá Ísland fekk fullveldi í 1944. Íslendski flotin varð endurnýggjaður, og fleiri føroyingar fóru at sigla við íslendskum skipum, tey vánaligu árini í Føroyum í 1950unum.

Nógv var lagt fyri, og bókin gevur innlit í ræðandi vandaferðir orsakað av illveðri, frosti og kavaroki. Teir flestu vunnu heim, men ikki allir. 

Við spennandi frásagnum gevur bókin innlit í livikor í einum tíðarskeiði, har lívsvandi ongantíð var meira enn eina armslongd burturi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
SKA- Emmaus 90 ár
KÍ er fremst í kvinnu­deildini
Konfirmatiónsguds­tænasta í Hvannasunds k…
Hugnaløta í Christians­kirkjuni fríggjada…
Útflutningsvirðið hjá føroysku ferðavinn…
Stakkavík rokast norð­anfyri
Námsvísinda­ligur granskingardagur 24. ap…
Norðlýsið skilir...
Málsøkjabýtið er liðugt avgreitt
Mia og Miriam eru í FM finaluni í einman…
Skaðar fyri 342 milliónir í 2025
Varpið aðalfund
KÍ-B68 spæla leygarkvøldið
Urbanus á G!
Flokkar­nir lesa uppskotið ígjøgnum
Magnus Powell hevur enn ikki tapt í Føro…
Tað er nakað heilt, heilt galið í føroys…
Heðin Mortensen 80 ár
Eg havi ikki sæð eitt kvinnulið spælt so…
Áheitan frá áhugafelag­num Føroyingar fyr…