Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ-leikararnir vóru ov óskarpir

SKRIVAÐ: Tekstur: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  30.11.2023 - 21:44 Ítrottur Tíðindi

Fyrsta tap í altjóða fótbólti á heimavølli síðani 2021 bleiv veruleiki í síðsta heimadystinum í 2023. Tað var annars nokk av møguleikum at fáa meira burturúr hjá KÍ, sum leikliga var fult á hædd við Slovan Bratislava.

KÍ byrjaði væl, og tað var í tráð við leikgongdina, tá Mads B. Mikkelsen eftir góða langa avlevering frá Vegard Forren skoraði hegnisliga. KÍ hevði stóran møguleika til at skora eitt mál afturat, men Sivert Gussiås rakti ikki málið. Men sum hálvleikurin gekk javnaði dysturin seg og Slovan Bratislava javnaði, tá KÍ-verjan seldi seg ov lætt, men skotið var gott og so var 1-1. Síðstu løtuna áðrenn hálvleik var tað stórspæl frá Vegard Forren sum gjørdi, at Slovan Bratislava ikki kom á odda 2-1.

Í seinna hálvleiki byrjaði KÍ væl og Páll A. Klettskarð var nær við tvær ferðir, men uppá fyrsta álopið skoraði Slovan Bratislava eftir gott álop, har innlegg úr vinstru fann ein ov leysan leikara mitt fyri. KÍ setti seg á dystin og hevði fleiri góðar støður, men inn vildi bólturin ikki.

Samanlagt eitt gott avrik av KÍ, men skarpleikin manglaði í báðum brotsteigum. Lið á hægri stigi hava ofta leikarar, sum eru skarpari, tá møguleikarnir koma, og tað vísti hesin dysturin. Vit kunnu bara ímynda okkum, at KÍ hevði havt størri møguleikar at fingið meira burturúr, um Árni Frederiksberg var tøkur. Fleiri av hornaspørkunum manglaðu neyvleika og innkøstini góvu ikki sama trýstið.

Ístaðin endaði tað keðiligt fyri KÍ og føroyskan fótbólt. Hevði KÍ bara fingið javnleik, so komu Føroyar fleiri pláss upp á styrkislistanum og møguleikin fyri, at eitt føroyskt lið byrjar í Europa League í 2025 hevði verið nógv øktur. Ístaðin tapti KÍ og dysturin móti Lille bleiv eyka trupul, tí nú skal Lille vinna móti KÍ fyri við vissu at varðveita 1. plássið í bólkinum, sum gevur ein play-off dyst færri eftir bólkaspælið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nú má farast undir at skipa fyri FM skil…
Fólka­atkvøðan var "einans vegleið­andi"
50 ár síðan "Jesus tær býður" kom út
Vísindavøka á ferð á Bókasavni­num við Lø…
Eg fann grindina norður úr Kallinum
Elsebeth Mercedis: Verður framtíðar olju…
PF SANDSHIP hevur skrivað undir sáttmála…
Hvussu nógv hevur nýggja bíleggingar- og…
Upptakt: KÍ-Víkingur
Team Klaksvík tapti fyrsta dystin
Ungur klaksvík­ingur keypt sær útróðrarbá…
Veðrið í Vikuni
Ársaðalfundur - Norðoya Listafelag
KÍ kvinnur - Skála (7-0)
Mjølnir vunnu FK kappingina
Føroya Byggifrøðinga­felag 50 ár
Team Klaksvík spælir fyrsta lands­kapping…
Innkomna peninga­upphæddin í ár er 1.590.…
Mjølnir sett ítróttar­stjóra
Morgunmatur og familjuguds­tænasta