Lýsing
Lýsing
Lýsing

Serstakt listprýði

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.12.2023 - 21:31 Ítrottur Tíðindi

Leygardagin 2. desember verður stórt og serstakt listprýði avdúkað í kappróðrarneystinum í Klaksvík

 

Verkið eitur "FÍPAN FAGRA - REVISITED", og er tað evnað úr 5-mannafarinum FÍPUNI FØGRU, sum Niclas í Koltri smíðaði í 1981. Eingin annar lutur enn báturin hjá Niclas í Koltri er brúktur til verkið.

Verkið prýðir allan miðveggin í snotuliga neystinum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag. Heilt frá kaffistovu til venjingarhøli. Tað er Edward Fuglø, sum hevur gjørt hetta hugtakandi verk.

Avdúkingin verður leygardagin kl. 14 fyri innboðin.

Frá kl. 16 til 18 verður opið hús, har øll eru hjartaliga vælkomin á gátt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upp á tindar, gjøgnum dalar
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan í Nes k…
14 nýggir ph.d.-arar í 2025
Varpið: Opin Pallur fyri børn
13 ungir rógvarar klárir at umboða Føroy…
Gudstænasta í Christians­kirkjuni
Gudstænasta í Mikladals kirkju
Evnisarbeiði er spennandi og læruríkt
Býráðsfundir í 2026
Sylvan aftur í KÍ
21 vilja verða stjóri á KG
KÍ hevði fyrstu venjing í kvøld
At verja Føroyar móti islamismuni er ein…
Nýggi ungdóms­venja­rin hjá B68 komin
Pól Thorsteinsson nýggjur hjálparvenjari…
Skoyta til kl. 20 í kvøld
Danir vaknaðir við kaldan dreym
Møguliga fleiri innrásir í væntu
Móttøka fyri nýggja stjóranum í Heilsust…
Hvør skal ráða, um vit ikki skulu hava f…