Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað var av tí allar mesta av fólki, sum vóru komin saman um jólatræið, tó at veðrið var rættiliga kalt. | Mynd: Dávur Winther

Hendingaríkur dagur

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  02.12.2023 - 22:28 Mentan Myndarøð Tíðindi

Fyrst varð stóra flotta listavekið hjá Edward Fuglø avdúkað í dag á samkomu í kappróðarneystinum, og jólatrø tendrað, har jólamenn eisini vitjaðu.

Sonja Kjølbro, forkvinna greiddi frá tilgongdini til listaverkið. Síðani greiddi Edward Fuglø hugskotinum handan listaverkið, kallað Fípan Fagra, sum er ein sundurtikin bátur hjá Niklas í Koltri, kallaður Fípan Fagra frá 1981.

Eftir framløgurnar, fór Klaksvíkar Dansifelag upp á gólv, og kvæð nøkur ørindi úr kvæðnum, Fípan Fagra.

Kl. 16 var boðið til jólahald við gamla kirkjugarð, har Hanus á Gørðum, prestur fortaldi eina søgu fyri børnunum og Karl H. Johansen, borgarstjóri eisini helt røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur sum so ofta spældi hugnaligan jólatónleik.

Tað var av tí allar mesta av fólki, sum vóru komin saman, tó at veðrið var rættiliga kalt.

Men bráðliga bleiv hornorkestrið avbrotið við levint og gangi frá Trøllaommini og hennara fólki, sum komu við stigabilinum hjá Sløkkiliðnum at tendra vakra jólatræið.

Eisini vitjaðu jólamenn og úr eini av smáttunum, ið har stóðu, reyk sótt av brendum mandlum og øðrum góðum.

Síðani varð eisini boðið til ein heitan dekkamunn í kjallaranum í Varpinum, har hópin av fólki leitaði sær.

Eliana Svøðstein hevði prýtt so væl og hugnaliga inni í kjallaranum við ymiskum kendum pallmyndum hjá børnunum og eisini við jólatrøum. Jú, her var gott at fløva seg eina løtu.

Síðani lá leiðin til Árnafjarðar tendra jólatræið kl. 17.30. Kristoffur Olsen helt røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spældi.

Eisini her var væl av fólki og boðið varð til ein in góðan kaffimunn og rísalamande í gamla bygdahandlinum eftir  haldið.

Handilin hava Samson Højgaard og systurin Óluva Poulsen keypt. og  Tey hava ætlanir um at seta húsið í stand, men at varðveita gamla søguliga handilin í tí standi, hann er – So sum í gomlum døgum, eins og allir árnfirðingar minnast hann.

Komin aftur til Klaksvíkar lá leiðin út á Norðoya Fornminnasavn, sum rættiliga hevur fingið eitt afturlítandi lyft við alkyns handilsvørum afturi tíð, eins og krambafólkini eisini gingu í klæðum frá teirri tíðini.

Íbúðin hjá apotekaranum var gomlum innbúgvi sett í gamlan hugnaligan stand, har nostalgi og romansa fekk frítt spæl.

Sera áhugavert og annarleiðis og veður vónandi standandi soleiðis í rúma tíð – Tú kundi eisini keypa eldri gávulutir og køkur heim við.

Hetta kann bert upplivast – síggj til, at tú fert á vitjan her fyri jól, við øllum tí jólahugna, ið har er!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tí gjørdist navnið KG
KÍ vann spennandi toppdystin í Runavík
Stroyma frá lands­stevnuni hjá Javnaðarfl…
Fiskur fast pláss á matskránni undir Hot…
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…