Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fípan Fagra

SKRIVAÐ: Bloggur: Birgir Kruse - Myndir: Dávur Winther og Birgir Kruse  |  02.12.2023 - 23:35 Bloggur Mentan Myndarøð Tíðindi

Eisini hevur ”Birk” við ymiskar hugleiðinar umonnur listaverk hjá Edward Fuglø, fjøllistamanni og eina hugleiðingar hjá Ósbirni Jacobsen, arkitekti um arkitektur og byggilist.

Klaksvík hevur dugað væl at fáa ítøkiligar brúkslutir at tala, so teir ganga inn í eina staðbundna søgu, har arbeiðarin og handverkið eru berandi styrkir.

Nakrar bátslongdir hiðani úr Róðrarneystinum, síggja vit besta dømi um júst hetta. Tað er í kjallaranum í Christianskirkjuni, har Edward Fuglø og Sjúrður Sólstein hava gjørt religiøsa listaverkið Jesus úr Nazaret (2013).

Eitt hugtakandi verk, har abstrakt bíbilsøga fyrst er transformerað til sjáldsama hugtakandi list úr úrvaldum trævøkstri, men síðan skipað í sigandi søgulutir úr handverkaravirksemi í Klaksvík, sum til dømis eini kontakt frá 1930, ið er ímyndin av on-off sambandi millum tað jarðiska og himmalska. Hetta greitt taktila lag í listaligu framsetingini gevur bíbliusøguni eina identifikatión og staðbundna styrki.

(red: Av summu kallað eitt meistarraverk hjá Edwrd Fuglø)

Nú hevur Edward, hesuferð saman við Jan Thomsen, aftur gjørt eitt lokalt veggjaverk, hesuferð maritimt, sum ikki er stytri enn 22 metrar, og fer um veggirnar í nýggja neystinum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, sum á róðrargalla í Fuglafirði herfyri varð kosið ársins felag, Fípan Fagra - Revisited.

Í Róðrarneystinum í Klaksvík eru veggirnir frá arkitektsins síðu ráir og berir. Við eins rátt kargari tilgongd er kappróðrarbáturin Fípan Fagra, sum Niklas í Koltri bygdi í 1981, spjaldraður, sprettur upp, ella flettur, og settur á veggin. Ferditt. Monumentalt og tó ósminkað gerandisligt, nú vit eta riv kring landið. Men í hesum føri síggja vit borðrivini á flogi sum ein dreki í neystinum innast við vágna í Klaksvík. Bara tað er ein bedrift av teim sjáldsomu. 

Ikki tí, á vegginum í skúlanum í Oyndarfirði sæst eitt slektað veggjaverk. Tað er stevnið, fremri stavnurin, og ovasta borðið av lokala kappróðrarbátinum Oyndra, sum rendi á Molan í Havn í 1979. 

- Hann vann so syngjandi hvønn einasta róður hesi árini, sigur mín heimildarmaður, Justinus, og leggur afturat, at hetta við stevninum á skúlavegginum, var meira ein spurningur um burðarbygd og endurnýtslu. 

- Stavnurin og borðið brotnaðu. Tað bleiv skift út og endaði sum list í skúlanum í Oyndarfirði.

- Fípan Fagra varð brúkt øll 80ini og 90ini, og í vár tóku róðrarfólkini hann sundur, nagla fyri nagla. Einki varð brotið sundur, men alt tikið sundur. Eg meini bestemt, at tað eru 163 lutir, sigir forkvinnan í Róðrarfelagnum, Sonja Kjølbro. 

- Hesar lutir hevur Edward brúkt til at evna nýggja veggjaverkið Fípan Fagra - Revisited á stóra sentrala plássinum í neystinum, eini deilig hús, sum Ósbjørn Jacobsen hevur teknað. Sjálvt verkið er 22 metrar langt og 5 metrar høgt. Eingin annar lutur enn báturin hjá Niclas í Koltri er brúktur til verkið, sigur forkvinnan í róðrarfelagnum við vágna í Klaksvík.

Her inni er tað, sum at vera til ættargransking, ella tosa við tey, ið savna fyrstu útgávur av bókum og whisky, ella - sum eg upplivdi í august - ferðast á fyrstu almennu flogrutu, tað var úr Føroyum til New York. Inaugural flight, søgdu amerikanararnir. Tað er dagfestingin, sum er avgerandi, og so at vera við til sjálva primo hendingina. At skriva seg inn í søgugongdina. 

Og fyri at skúgva allan iva til viks, so er eitt skjal frá Ítróttasambandinum á Facebooksíðuni hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, ið vísir loyvisskjalið hjá júst hesum bátininum, sum sigur, at hann er frá 1981. 

Neystið hjá Róðarfelagnum er eitt listaverk í sjálvum sær, átøkt einum Guggenheim savni, innast í víkini, gandað fram úr timbri á teknistovuni hjá Henning Larsen, har Ósbjørn Jacobsen úr Syðrugøtu er medeigari. 

Saman við Biskupstorgi, sum sama teknistova skapti, er júst hetta neystið framur væleydnað, bæði í skapi og tilfari. Tað megnar at traðka út úr teirri definitivu kassahugsan, sum eg higartil og avgjørt enn haldi at Klaksvíkin í alt ov stóran mun er fongd við.  

Frammanundan kenni eg væleydnaðu listina hjá Edwardi í skúlanum á Fløtum, serliga reyða lesihestin, og so transformer veggjalistina í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík, eitt innandura rúm, sum við eini gongubrúgv tekur seg væl út, hóast inn og útgongdirnar í skúlabygninginum sjálvum ikki eru so væl defineraðar, tá eg havi verið har til tiltøk. Men veggjalistin hjá Edwardi er framúr væleydnað, og tað við greiðari søgulinju til endamálið. Sama viftuformaða sagnarskap úr Hoyvík sæst aftur her norðuri í róðrarneystinum. 

Og so er tað tað, at forstaðurin og býlingurin Hoyvík er blivin nærum eins stórur og býurin Klaksvík. Hann kann nú skrivast við líka stórum stavum og Klaksvík á øllum Føroyakortum hjá Umhvørvisstovuni. 

Men hevur hann nakran annan kulfaktor, sum Gunnar Nolsøe sigur í Útvarpinum, enn gamla H71 hondbóltin við einum siðbundnum hallartanka, sum nú verður sementeraður við enn eini høll, sum strandingar ikki fingu, men hondbóltsfongd hoyvíksfólk og ein fólkatingslimur, mind you, sluppa at byggja langt úti í óbygdum. So har reyk longu allur kulfaktorur í Føroya størstu fólkatyrping, sum enn er uttan miðbý og savningartorg. 

Lukkutíð er nýskapandi Lívdini millum parkeringsplássini niðri í Hoyvík, síðst við lívgevandi Oslo Gospel Choir, sum kanska eisini kundi funnið uppá at víst Toftafilmin Skál um rennesansumenniskjað Daniu Tausen. Tað hevði verið ein kulfaktorur og eitt sterkt statement á hesi koyrileiðini.

Hvørja ávirkan hevur tað á kommunalt býarstýri, lokala mentanarliga umsiting, og hvussu ávirkar tað búsetingarmynstur, tá búeindir knappliga verða stórar, meðan aðrar hava hug at stagnera? Hvat ger fólkavalda býarstýrið við tað, og í hvønn mun sæst tað aftur millum borgarar? Ella fyri at skera tað út í papp: Hvat hevði hent um Hoyvik fekk kommunalt sjálvstýri? Fyri ikki um at tala, legði saman við Klaksvík, sum Føroya fremsta duo-kommuna? HOY-KÍ samstarvið, sum eftir einari linju á Føroyakortinum kundi nomið við og sogið sær megi úr landsins fremsta vakstrarøki?

Hóast tað tykist so uppi í Hoyvík, eru íbúgvar ikki ein passiv ressoursa at skvisa skatt úr. Ymsa staðni úti um landið, sjónligast í Eysturoynni og í Klaksvík, sæst mentarligt virksemi, sum roynir at skapa vitborið samljóð millum borgarar og serliga arkitektoniskar visiónir. Men eisini tá tað snýr seg um at vísa almenninginum tíðarrættan biograffilm, sum Maestro í eini kommunalari skúlahøll, har Bradley Cooper spælir Leonard Bernstein, og góða gamla Pippi skapar ein glotta í Losjuni við handan ræðuliga vegin longur inni í Eysturoynni. Kvalifiseraðar óvæntaðar upplivingar, tað er tað, vit vilja hava. 

Púra mótsætt, frættist í vikuni í Kringvarpinum, at lokala friðingarnevndin í høvuðsstaðarøkinum vil ikki góðkenna loyniligu ælanirnar hjá Tórshavnar kommunu á økinum í Hoydølum, har studentaskúlin var fyrr, og nú bara stendur og forfellir. Heldur enn at tryggja fólkaræðið, verður lokalpolitiska umboðanin ein undirgravandi faktorur, sum skapar ótryggleika í grannaløgum.

Hinvegin - at ein býur sum Klaksvík velur at byggja eitt kappróðrarneyst á hesum stað, vit nú eru á, er í mínum eygum so sjáldsamt, at tað fer um allan logikk og verður beint fram hugtakandi. Her vil man positivistiskt definera eina tjóð, ella í minsta lagi býarbørn, sum síggja havið fyri sær og vilja pløga tað, havið. Útróðrarbørn, sum býarbarnið Amariel Norðoy plagdi at siga frammanfyri deksbátinum Norðan. Hetta er branding og image making, mitt í býnum.

Á Facebook vanganum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag er ein stuttur filmur um júst hesa Fípuna Føgru frá 1981. Felagið skrivar 19. novembur:

- Tað er júst eitt ár síðani, at Fípan Fagra (frá 1981) varð lorað niður úr loftinum í gamla neysti og borin yvir í nýggja neystið. Hetta bleiv sostatt fyrsti báturin, sum fekk innivist í nýggja neystinum. Niclas í Koltri smíðaði bátin í 1981 og varð hann brúktur øll 80'ini og 90'ini. Hann er skrásettur fyri 89 róðrar. Eitt nýtt 5-mannafar varð smíðað til Klaksvíkar Róðrarfelag í 2001 av Sámali Hansen. Síðani tá hevur Fípan Fagra frá 1981 ikki verið brúkt.

Og kanska verður tað nýggja ferðafólkaupplivingin í Klaksvík - at bjóða ferðafólki at rógva í einum autentiskum kappróðrarbáti, so tú kanst hoyra títt egna áraknarr millum fjøllini í einum báti, sum eins og hinir, hevur ættartalvuna og alla dokumentasjón sjónliga á vegginum.

Altjóða heimasíðan hjá teknistovuni, Henning Larsen, sigur um miðbýarætlanina í Klaksvík:

- Klaksvík City Center is taking shape by the end of the fjord where two mountainsides meet. Due to strong winds, this virtually deserted area has divided the city in two. Our design is developed around a central square, encircled by buildings that provide shelter from the island's infamous winds.

The position and shape of the buildings are inspired by local building traditions, ensuring a calm and pleasant microclimate in the area. The new city center is divided into three zones - an urban zone with shops, cafés, and a library; a green zone with recreational amenities; and a blue zone with a cultural center, maritime museum, and promenade.

Hvussu tað verður við einum maritimum savni á hesum stað verður spennandi, ikki minst tí at teir báðir føroysku fólkatingslimirnir kunngjørdu mánadagin, at teir hava fingið danska fólkatingið at stuðla einum sjósavni í Havn. So kanska fáa vit tvey. Snýr tað seg bara um at fáa pengar frá einum øðrum landi, sum í minsta lagi er hundrað ferðir størri enn vit, so haldi eg, at vit heldur skuldu farið í fótafarið hjá løgmanni til India, sum er seksoghálvfjerðs ferðirnar størri enn hundraðlandið, vit nevndu í áðni. Har man okkurt pekuniert verða at skaffa hjá pengafólki í hesi sælu jólatíð.

Nú vit eru í gávutíðum, kunnu vit eisini gleða okkum til altjóða kvinnudagin til várs. Tá fáa vit eina samhaldsfasta standmynd av Andreu Árting í Steinatúni suðuri í Havn. Hana hevur Edward Fuglø eisini gjørt. Takk fyri gávuregnið, Edward!

Birk-Bloggurin kann lesast her

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…