Lýsing
Lýsing
Myndir frá jólatrænum
Í gjár varð boðið til jólahald við gamla kirkjugarð, har Hanus á Gørðum, prestur fortaldi eina søgu fyri børnunum og Karl H. Johansen, borgarstjóri helt eisini røðu,
Sjálvandi setti Klaksvíkar Hornorkestur sum so ofta fyrr serligan dám á løtuna við teirra hugnaliga spældi av jólatónleiki úr "Reyðu Bók".
Tað var av tí allar mesta av fólki, sum vóru komin saman, tó at veðrið var rættiliga kalt.
Men bráðliga bleiv hornorkestrið avbrotið við levint og gangi frá Trøllaommini og hennara fólki, sum komu við stigabilinum hjá Sløkkiliðnum at tendra vakra jólatræið.
Eisini vitjaðu jólamenn og úr eini av smáttunum, ið har stóðu, reyk sótt av brendum mandlum og øðrum góðum.
Tað kann ikki sigast annað, enn at talan er um eitt rættiliga flott og vakurt træ.
Seinastu tíðindini